Tær stúrdu, hóast tað ikki var neyðugt!
Tøkk fái tit tríggjar fyri, at tit løgdu leiðina út til gravarhellið, og at tit bóru boðini um uppreisnina frá teimum deyðu. Av sonnum góð páskatíðindir!
Og reiðiliga árla hin fyrsta dagin í vikuni komu tær til grøvina um sólarris. Og tær søgdu hvør við aðra: – ”Hvør skal velta okkum steinin burturfrá gravarmunnanum?” Og tá ið tær hugdu upp, vórðu tær varugar við, at steinurin var veltur frá, tí at hann var ógviliga stórur (Mk. 16:2, 3 & 4)
Kvinnurnar vóru millum tær trúgvastu av fylgisneytum Jesusar. Tær hildu á heilt til endans, eisini tá allir hinir lærusveinarnir krógvaðu seg av ótta fyri at fáa somu lagnu sum Jesus, nevniliga at enda á krossinum. Men í staðin fyri at fjala seg av ótta fyri framtíðini, so stóðu nakrar av teimum úti við krossin, tá Frelsarin dró sín seinasta andadrátt.
Jesus bleiv jarðaður í skundi – helst í einari læntari grøv –, og tí vóru ikki stundir til at gera likam hansara til reiðar eftir jødiskum siði, sum millum annað var at salva høvur og hendur hins deyða við olju. Tað var í hesum ørindunum, at kvinnurnar leitaðu sær út til grøvina páskamorgun. Tær vistu, at gravhellið var væl vart av einum tungum steini, sum skuldi forða fyri, at villdjórini ikki løgdust á líkini um náttina.
Hvør skuldi nú hjálpa teimum at rulla klettin frá, tí stórur og tungur var hann? Hetta var steinur oman á byrðu hjá ørkymlaðu og syrgjandi kvinnunum, sum høvdu ovmikið at hugsa um hendan dagin í dimmalættingini. Men tær stúrdu, hóast tað ikki var neyðugt, tí frelsarin hevði longu gjørt verk sítt fyri tær; hann hevði sprongt deyðans fjøtur og portur, hann hevði flytt stóra steinin og var farin undan teimum til Gallilea, har tær skuldu hitta hann aftur.
Soleiðis blivu tær tríggjar – Maria Magdalena; Maria, móðir Jákups og Saloma – tey fyrstu vitnini um størstu og mest grundleggjandi hendingina í kristnu søguni. Samstundis vóru tær tær fyrstu í kristnu søguni, ið fingu boð um at siga øðrum frá uppreisnarhendingini! Sostatt fingu tær frá Skaparans hond, frá sjálvari lívskelduni, prædikuembætið litið upp í hendur. Tí hvørja ferð, vit doypa, halda kvøldmáltíð ella prædika, so boða vit frá deyða og uppreisn Jesusar, inn til hann kemur aftur.
Tær tríggjar kvinnurnar vóru ikki ræðuskítar! Tær taldust millum tær djarvastu í lærusveinahópinum, ti hildu tær út heilt til endans, tá øll onnur mistu vónina. Men kortini stúrdu tær, tí tær kendu gravarsiðir jødanna, og vistu, at tað skuldu nógvar handakreftir til at flyta stóra steinin frá gravarmunnanum.
Mangan stúra vit óneyðugt, og onkrar av teimum tyngstu byrðunum í lívinum eru tær, vit fyrigykla okkum. Men tað kann eisini vera skilagott at stúra, tí vit kenna lívsins gongd og umstøður, og gerandisdagurin kemur ikki altíð smílandi ímóti okkum.
– ”Betri fyrivarin enn eftirsnarin”, plagdu tey gomlu at siga. Vit eiga at liva í gerandisveruleikanum og at læra av lívsins royndum. Men vit eiga ikki at lata stúrni fáa vald á okkum, so at vit antin geva skarvin yvir ella gera byrðuna tvífalt so tunga av stúran. Tær tríggjar kundu havt sagt við seg sjálvar, at tað nyttaði ikki, at tær fóru út á grøvina hjá Jesusi, tí tær megnaðu ikki at flyta steinin einsamallar so árla á morgni!
Tær fóru heimanífrá, hóast tað helst hevur sæð vónleyst og møtimikið út – tær vónaðu, og tær tordu, og tær vórðu ikki sviknar. Frelsarin hevði lyft byrðuna fyri tær, og komnar út til grøvina fingu tær loyvi til at skoða tvørtur um deyðan og fram til uppreisnina hinumegin, tá tær hittu Jesus aftur sum Kristus!
Tøkk fái tit tríggjar fyri, at tit løgdu leiðina út til gravarhellið, og at tit bóru boðini um uppreisnina frá teimum deyðu. Av sonnum góð páskatíðindir!
Tøkk, O, sigurskappi sterki
tøkk, O, himinhetja góð
at tú framdi avreksverkið.
heljarlokur sundur sló.
tøkk, at tú til lívs breyt veg,
deyðan feldi undir teg;
slík er tunga ei at finna,
sum ta gleði kann at inna.
(Slb. 198:2)
Bergur Jacobsen, páskini 2026