Eitt 58 ára minni Pálmasunnudag - og hugleiðingar um tað avbera góða summarið í 1968
Ja, bóndarósan segði frá tíðliga á várið í 2025, hvussu summarið fór at vignast . Nú í vár er hon ikki enn komin so langt, men spennandi verður, hvat hon hevur at læra okkum seinni á várinum.
Men spyr tú dýrini - tey skulu læra teg - og fuglar himmalsins - teir skulu siga tær tað - ella hygg at jørðini, hon skal læra teg tað, fiskar havsins siga tær tað, Job kp 12 v 7-9.
Ja, nú eru vit komin fram ímóti Páskum, og dagurin er munandi longdur, nú sólin her hjá okkum er væl leys av Borðini á morgni.
Líta vit aftur um bak, so má sigast, at árið 2025 hilnaðist sera væl á Føroyagrunninum, nógvur fiskur, og avbera góður fiskaprísur, sjálvt um spádómarnir um fiskiskap vóru sera dimmligir við ársbyrjan.
Vit fingu aftur eitt av teimum lýggju sumrunum, og sigast má, at tað svaraði aftur á sjógvi, eins væl í bø og haga, og ein kann næstan sammeta tað við summarið 1968, sum man vera tað besta í 1900 árunum. Tað árið byrjaði summarið Pálmasunnudag og helt á til seinast í september.
Eg arbeiddi hetta sjáldsama summarið í 1968 á Fiskirannsóknarstovuni. Vit vóru 4 menn og ein skrivstovukvinna, sum arbeiddu á stovninum. Jákup Sverri Joensen, sum var stjóri, Andreas Reinert, Arnold Henriksen, og eg sjálvur, meðan Marjun Hansen ordnaði tað skrivliga. Vit húsaðust í kjallaranum uttast í Tinganesi, har løgmaður hevur sæti í dag, og høvdu húsið á Sælingahellu, har vit goymdu reiðskap og annað, sum hoyrdi til Jens Chr. Svabo til fiskirannsóknir.
Seint í 1960-árunum flutti Fiskirannsóknarstovan út á Debesartrøð í nýggj hølir. Og kallaðist tað Fróðskaparsetrið á Debesartrøð, oftani bert nevnt Setri - eitt sindur sjáldsamt navn.
Nú skuldu vit Føroyingar venjast til eina nýggja verð! Áðrenn høvdu vit mest staðið, staðið á skipsdekki við snøri, við vaðbeini, við flekiborðið, í haga, í bø, á fiskavirkjum, tó sat onkur maður á einum fleygingasessi í bjørgunum á sumri. Men nú kom broyting í, nú skuldu vit sessast...
Nú Setrið bleiv tikið í brúk, sessaðist Karstin Hoydal á niðastu hædd, meðan Kristjan Matras, sessaðist á ovastu hædd, og Fiskirannsóknarstovan kom at húsast á miðhæddini.
Vit á Fiskirannsóknarstovuni gjørdu tá mest somu botnfiskakanningar á landgrunninum og Føroya Banka, sum gjørdar verða í dag. Eisini fylgdu vit sildagongdini á vári og heysti norðan og eystan fyri Føroyar við “Jens Chr. Svabo”, og somuleiðis gjørdu vit svartkjaftaroyndir frá 1968 og framyvir við leigaðum skipum á vári, men einki bleiv gjørt við makrelkanningar tá.
Fiskiskapurin hetta summarið í 1968 var sera góður hjá smábátum, eins og tað var síðsta summar 2025, nógvur sildafiskur - toskur, at fáa inni á sandgrunnunum runt oyggjarnar. Tey størru skipini vóru tá øll við Ísland ella Grønland og fiskaðu, meðan onkur trolari var í Barentshavinum.
Hetta várið gjørdu vit tað fyrstu royndina at veiða laks við laksalínu á føroyska landgrunninum.
Eingin trúði rættiliga uppá hesa royndina at seta flotlínu eftir laksi á landgrunninum. Tá visti man einki av týdningi um havlaks á landgrunninum, uttan at onkur einstakur kom upp í Saksunar- og Leynavatn út ímóti vári at gýta, og at onkur einstakur varð fingin á Norðhavinum við snøri á vártíð okkurt ári .
Men vit høvdu gjørt av at gera hesa royndina, og høvdu fingið bílagt okkum ein línukassa við 800 húkum á frá Nexø á Bornholm. Tað bleiv avgjørt at gera hesa royndina í apríl.
Farið varð avstað av Klaksvík Pálmasunnukvøld, fyri júst 58 árum síðani. Hann hevði ligið við eini tráari høgætt eina heila viku, men hendan sunnudagin nú makaði vindurin, og vit fóru avstað út á Fugloyarbankan um kvøldið, og bleiv línan sett úti í kantinum, áðrenn tað lýsti.
Eftir at tað var blivið ljóst, bleiv byrjað at draga línuna, og høvdu vit bert drigið fáar húkar, tá vit føla, at fiskur er á. Eg føldi við tað sama, at tað var laksur, og so var! Eg kendi jú rykkini frá fiskiskapi í Eystursjónum. Øll línan bleiv so drigin, og fingu vit 54 laksar. Ja, hetta var ein tann sjáldsamasti dagur, ein hevur havt á havinum,
Nakrar setur blivu gjørdar aftrat, og vit komu inn aftur á Havnina áðrenn páskir við nøkrum hundrað laksum. Og, mín sann, um ikki sjálvur Kristjan Djurhuus, løgmaður, var komin á støð, niðri við Fiskasentralin á vestaru kaj í Havn at taka ímóti.
Eftir at hendan nevnda høgættin var liðug Pálmasunnukvøld, byrjaði tað sjáldsama góða veðrið við Føroyar, sum helt á alt summarið og heilt út í oktober mánað.
Seinni gjørdu vit royndir eftir laksi runt allan landgrunnin, og eisini norðuri á Eysturdjúp ígjøgnum hetta summarið, og fingu laks allastaðni, men best var í ein landnyrðing úr Fugloynni. Hetta varð eitt sjáldsamt góðveðurs-summar at flóta á havinum.
Hetta summarið byrjaðu so fleiri skip at fiska laks, og seinni blivu fleiri, ja heili 32 skip, tá mest varð. Hesin fiskiskapur bleiv eitt gott ískoyti hjá útróðrarflotanum og smærri skipum, og helt fiskiskapurin fram í nøkur ár, til hann bleiv steðgaður av okkara grannatjóðum, sum fasthildu, at hetta varð til skaða fyri laksafiskiskapin í teirra áum. – Nú verður eingin havlaksur fiskaður á føroyska landgrunninum, men hann er her á havbiti, eins og fyrr, frá fyrst á árinum, og heilt út í mai-juni mána, til hann fer upp í Skotskar, Enskar, Írskar, Norskar, Íslendskar og Svenskar áir at gýta, men vit fáa einki gjald fyri at fita teimum laksin upp hetta hálva árið, hann er á okkara økið.
Fáa vit nú eina dupulta El-Niño ??
Tíðliga í januar mánað sóust smá tekin um, at ein dupult El-Niño nú aftur var á veg, og seinastu vikurnar hevur hon tikið rættiliga til í megi, til gleði fyri nøkur, men ótta fyri onnur, - ja sorrig og glæde de vandrer í hob. Ja, soleiðis broytist náttúran aftur og fram, og hon spyr einki menniskja um loyvi. Seinast vit fingu eina munandi slíka, var ímillum 1994 og 1998 og hilnaðist hon tá sera væl fyri land okkara. Ja, livst, so spyrst, hvussu verður á hesum sinni!
Vit hava havt eina vakra Bóndarósu í havanum hjá okkum í nógv ár. Ongantíð hevur hon havt meira enn 1-2 knubbar á vári, tá hon spírar, men síðsta vár - mín sann - vóru tríggir knubbar á, sum tá summarið kom, blivu til tríggjar so sera vakrar rósur. Eg eygleiddi tær væl ígjøgnum alt várið og hugsaði, hvat vita tær í, og hvat vilja tær siga okkum? Jú, tær vistu um hetta lýggja summarið, sum kom, áðrenn vit menniskju vistu tað!
Ja, bóndarósan segði frá tíðliga á várið í 2025, hvussu summarið fór at vignast . Nú í vár er hon ikki enn komin so langt, men spennandi verður, hvat hon hevur at læra okkum seinni á várinum.
Nú vit eru komin út í páskavikuna, kundi verið vert at mint á páskarósuna hjá Brorson:
Bóndarósan stendur so vøkur við trimum blómum, hetta avbera góða summarið.
Øll verøld seg eigur at frøða
Og lovsálmar mangar at kvøða:
Men stutt er hin kunnleiki nomin
At rósan til jarðar er komin
Eini góð páskir!
Osmund Justinussen

