Lýsing
Lýsing
Lýsing

Fyrilestur: Hvussu gera vit, tá vit møta sorg í okkara námsfrøðisliga arbeiði?

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  31.03.2026 - 07:52 Tíðindi

Námsfrøðingaráðið bjóðar til fyrilestur í KFUM & K í Klaksvík hóskvøldið 16. apríl kl 18:30

 

 

Tað verða Sigrun Heldarskarð og Margret Mortensen, sjúkrarøktafrøðingur og psykoterapeutur, sum koma at hava áhugaverda fyrilestin:

Hvussu gera vit, tá vit møta sorg í okkara námsfrøðisliga arbeiði?

Í fyrilestrinum koma vit inn á ymiskar reaktiónir og árin av sorg.

Hetta fyri, at ein sum starvsfólk betri kann observera, síggja tørvin, duga og tora at handfara og vera um og saman við tí syrgjandi.

Tosað verður um sorgteoriir, so tað gerst lættari at skilja og seta seg inn í, hvat menniskju í sorg fara ígjøgnum.

Sorg hvørvur ikki, men við tíðini kann ein læra at liva við sorgini.

Her hevur tað stóran týdning at føla seg møttan og stuðlaðan í nærumhvørvinum, fyri betri at kunna fóta sær aftur í lívinum.

Anna Lovisa Mýri spælir nøkur løg fyri okkum.

Vit bjóða suppu, kaffi/thé og okkurt gott aftur við.

Allir limir í Føroya pedagogfelag eru vælkominir.

 

Freistin at tilmelda seg er 13. apríl. Tilmelding á leinki https://docs.google.com/forms/d/e/1FAIpQLSe4SU7Urn6ZCchcC-_fnON4TuoLB2yHK8S3G_TGqcK6qOcGaA/viewform?usp=dialog 

Lýsing
Seinastu tíðindini
7 KÍ leikarar á lands­liðnum
Betri Trygging komin upp á pláss á Nólso…
Við Tórði á túri millum standmyndir í Kl…
Fyrilestur: Hvussu gera vit, tá vit møta…
Við Tórði á túri - Dorius Frederiksberg
Stilass sett upp kring kirkjuna
Tá sjúka rakar – er vælferðarsam­felagið…
Eirikur í Jákups­stovu valdur á løgting
Gadus farin á nýggjan túr
Opið bræv frá Nýrafelag­num, til tey sum…
Skjótt eiga Norð­oyggjar 3 av 7 floksforf…
Norð­oy­ingar valdu minni lokalt hesaferð
Beinir Johannesen bjartskygdur um samráð…
Aðalfundur hjá Norðoya Bjargingar­felag
Fyrri dagurin av Fótbóltsskúla­num hjá FC…
Góði arbeiðsmarknaðu­rin er eisini spurni…
29 konfirmantar játtaðu sín dóp
Hví ikki undirskriva samgonguskjalið á V…
Hvør ræður í Javnaðar­flokki­num?
Páskir: Broyting í innsavningini