Lýsing
Lýsing
Lýsing
Bárður á Steig Nielsen verður nýggjur uttanríkisráðharri og hevur eitt ítøkiligt uppskot um ein ríkisfelagsskapsreform | Mynd: KvF

Óvissan um tjóðarsemjuna opnar fyri Nýggjum Sambandi

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  09.04.2026 - 12:56 Politikkur Tíðindi

At tjóðarsemjan higartil ikki hevur verið so ítøkilig, bítur seg nú í halan. Politikari ivast í, hvat í samgonguskjalinum er tjóðarsemja, og hvat er Nýtt Samband.

”[J]eg veit ikki, um hetta er tjóðarsemjan, man tosar um, ella um hetta er tað, sum Sambandið hevur verið frammi við um ”Nýtt Samband, og tá tað nú er Bárður Nielsen, sum leggur tað út, so rokni jeg við, at tað er meira nýtt samband”, segði Sirið Stenberg við Kringvarpið á miðdegi.                 

Hóast 6 av 7 politiskum flokkum í Føroyum hava sagt seg taka undir við tjóðarsemjuni, so hava politikarar verið ymiskir á máli, tá teir verða spurdir um, hvat hon er um. Onkur politikari hevur sagt hana merkja fullveldi; onkur annar, hon merkir ein ríkjafelagsskapur millum 3 sjálvstøðug lond, og onkur triði, at hon bert er ein víðkað uttanríkispolitisk heimildarlóg, og at onki annars verður broytt í ríkisrættarligu støðuni.

Tað gevur nú at bíta.

Eftir øllum at døma er tjóðarsemjan ikki so væl fyrireikað, at tað ber til at síggja, hvat hon ítøkiliga er um, og hvat hon ítøkiliga merkir. Almenningurin og miðlar hava leingi spurt eftir henni, men hava ikki fingið svar - ella hava fingið mótstríðandi svar. Og eftir seinastu útmeldingunum í dag at døma er tað ikki, tí at politikararnir ikki vilja svara, men at sjálvt ikki teir kenna ítøkiliga svarið.

Har kann tað vísa seg at vera ein fyrimunur fyri Bárð á Steig Nielsen, sum nú fer at umsita uttanríkismál, at teirra ”Nýtt Samband” er fyrireikað frammanundan og ítøkiliga orðað á 6 síðum, sum liggja alment frammi. Og tí kann roknast við, at Sirið Stenberg fær rætt, tá hon sigur, at tað verður meira Nýtt Samband.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Munandi betrað landafrøði­lig umboðan
Óvissan um tjóðarsemjuna opnar fyri Nýgg…
Samgonguskjalið undirskrivað
Johan Dahl verður løgtingsfor­maður
Hesi verða lands­stýris­fólk
Mars – lýggjur og vátur
Fríðin: KÍ venur til Evropa
Stórur áhugi fyri framtíðarætlan­ini BHS2…
Bókaframløga: Øll lúgva fyri leiðara­num…
Birita í Filmsfelagnum
Gildistíðin á loyvunum verður hækkað
Fagraberg farin til fiskiskap
Samgonguskjalið lagt fram í Løgtinginum
Beinir Johannesen verður løgmaður
Wenzel Nordic Cup 2026 – Hondbólts­skúli…
Stór føroysk bókaútsøla
Nýggj list avdúkað á Miðnámi á Kambsdali
ABC býta málsøkini soleiðis
Sambands­flokku­rin fær fiski­vinnumál
Løgtingið verður sett mánadagin 13. aprí…