Lýsing
Lýsing
Bókaframløga: Øll lúgva fyri leiðaranum – um sannleikans særbari
Hví siga starvsfólk ikki altíð sannleikan til leiðaran?
Við nýggju bókini “Alle lyver for lederen – om sandhedens skrøbelighed” setir Jóhannes Miðskarð ljós á eitt kent, men ofta tagt fyribrigdi í arbeiðslívinum: at sannleikin ofta verður mildnaður, forskotin ella ikki sagdur.
Framløgan snýr seg um lygnir, samskifti og álit í skipanum – og hvussu vit sum menniskju javnviga millum at vera erlig og at halda friðin.
Kom og hoyr eina tankavekjandi framløgu um leiðslu, sannleika og dirvi.
Bókin kann keypast fyri serprís á 67,-kr (67 síður); vanligur prísur 90 kr
Klaksvíkar bókasavn
Kl. 19.30
Seinastu tíðindini