Lýsing
Lýsing
Lýsing

Heilsugott ábit til børn og ung í Húsinum – gáva frá býráðnum

SKRIVAÐ: klaksvik.fo  |  09.04.2026 - 20:50 Tíðindi

Á býráðsfundinum í kvøld, hóskvøldið 9. apríl, var samtykt, at Húsið skal fáa 30.000,- kr at keypa frukt og grønt fyri til børnini og tey ungu

 

- Tað hevur leingi verið eitt ynski hjá okkum, at børnini og tey ungu í Húsinum skulu hava møguleika at fáa eitt heilsugott ábit eftir skúlatíð í Húsinum, sigur Annika S. Biskopstø, forkvinna í Trivnaðarnevndini børn og ung.

- Sum kunnugt, er Húsið eitt ókeypis tilboð til børn og ung her í kommununi, og hóast tey í Húsinum merkja, at børnini eru svong, tá tað kemur út á seinnapartin, so hava tey ikki havt møguleika at bjóða ókeypis mat.

- Við hesi gávuni frá býráðnum ber nú til hjá Húsinum at hava ókeypis frukt og/ella grønt á borðinum hvønn dag restina av árinum, og hetta fegnast vit um, sigur Annika.

Vit frætta úr Húsinum, at børnini og tey ungu eru sera glað fyri tilboðið – serliga eru tað bananinar, ið ganga væl :)
 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Beinir, Bárður og Jacob í lands­stýrið
Heilsugott ábit til børn og ung í Húsinu…
Føroya Bjór: Klaksvíkar kommuna ynskir i…
Aksel og Margit í lands­stýrið fyri Javna…
Neyvan nakar eyka heilsu­skúli í Havn
Tiltøk í vikuni
KS: Trý nýggj starvs­fólk á Tænastudeildi…
Mini TeenStreet í Kelduni – 10. og 11. a…
Sjey aðalráð geva Sandoynni umboðan
‘’Suffer in Silence’’ er nýtt staklag ef…
Munandi betrað landafrøði­lig umboðan
Óvissan um tjóðarsemjuna opnar fyri Nýgg…
Samgonguskjalið undirskrivað
Johan Dahl verður løgtingsfor­maður
Hesi verða lands­stýris­fólk
Mars – lýggjur og vátur
Fríðin: KÍ venur til Evropa
Stórur áhugi fyri framtíðarætlan­ini BHS2…
Bókaframløga: Øll lúgva fyri leiðara­num…
Birita í Filmsfelagnum