Lýsing
Lýsing
Lýsing
Nýggja samgongan fer at kanna møguleikarnar fyri kjarnorku í Føroyum. | Mynd: Tilgjørd mynd.

Skapa karmar fyri oljuvinnu og kanna møguleikar fyri kjarnorku

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  09.04.2026 - 21:48 Politikkur Tíðindi

Grøna orkuskiftið er við í samgonguskjalinum, sum eisini letur upp fyri bæði oljuleiting og kjarnorku í Føroyum. Eisini skal møguleiki vera fyri privat feløg at veita heildarloysnir til privatbrúkarar, sum tað eitur seg, og møguleiki skal vera hjá privatum at leggja net saman við SEV.

Í samgonguskjalinum stendur, at ”Vit vilja skapa kappingarførar karmar fyri oljuvinnu[,] og tryggja, at oljutilfeingið kemur øllum samfelagnum og komandi ættarliðum til góðar. Inntøkurnar frá møguligari oljuútvinnan verða settar í Búskapargrunnin, og renturnar kunnu takast inn á fíggjarlógina. Partur av rentunum skal brúkast til grøna orkuskiftið”.

Um kjarnorku stendur nakað minni: ”Vit vilja kanna alternativar orkukeldur so sum kjarnorku og djúpan jarðhita”, men tá talan er um eitt fyrsta stig, er tað skilligt. Jarðheiti er grøn orka, og kjarnorka hevur sera lágt CO₂-útlát.

Og so verður latið upp fyri at geva teimum privatu ein munandi størri part av orkuframleiðsluni, tó í samstarvi við SEV. Har stendur ”Møguleiki skal vera hjá privatum at leggja net saman við SEV. Hetta eftir langtíðaravtalu millum partarnar, har SEV eigur netið”, ”Vit skulu skunda undir at loyva fleiri inn á marknaðin, sum framleiða inn á netið hjá SEV” og ”SEV keypir og selur alla elorku, ið verður flutt á elnetinum hjá SEV. Sølan fer fram í heilsølu ella smásølu. Tað skal vera gjørligt hjá privatum feløgunum at veita heildarloysnir til privatbrúkarar”. 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Skapa karmar fyri oljuvinnu og kanna møg…
Beinir, Bárður og Jacob í lands­stýrið
Heilsugott ábit til børn og ung í Húsinu…
Føroya Bjór: Klaksvíkar kommuna ynskir i…
Aksel og Margit í lands­stýrið fyri Javna…
Neyvan nakar eyka heilsu­skúli í Havn
Tiltøk í vikuni
KS: Trý nýggj starvs­fólk á Tænastudeildi…
Mini TeenStreet í Kelduni – 10. og 11. a…
Sjey aðalráð geva Sandoynni umboðan
‘’Suffer in Silence’’ er nýtt staklag ef…
Munandi betrað landafrøði­lig umboðan
Óvissan um tjóðarsemjuna opnar fyri Nýgg…
Samgonguskjalið undirskrivað
Johan Dahl verður løgtingsfor­maður
Hesi verða lands­stýris­fólk
Mars – lýggjur og vátur
Fríðin: KÍ venur til Evropa
Stórur áhugi fyri framtíðarætlan­ini BHS2…
Bókaframløga: Øll lúgva fyri leiðara­num…