Lýsing
Lýsing
Lýsing

Borðtennis: Nýggj kvinna í FM-finaluni

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  10.04.2026 - 23:33 Ítrottur Tíðindaskriv

Innleiðandi FM-kappingin í borðtennis hevur verið í høllini á Hálsi í dag, og har var í øllum førum eitt heldur óvæntað úrslit, ið syrgdi fyri, at talan ikki verður um endurtøkur av FM-finalunum í fjør.

 

 

17 ára gamla Elsa Kathrina Gisladóttir úr borðtennisfelagnum Tór í Havn megnaði nevniliga í hálvfinaluni at vinna 4-2 á Anju Wongwai, sum hevur verið í FM-finaluni síðstu trý árini og var føroyameistari í 2023.

Hetta er fyrstu ferð, at Elsa Kathrina er í FM-finaluni hjá vaksnum. Í finaluni bíðar verandi føroyameistarin, Britt Michelsen, sum í sínari hálvfinalu vann 4-1 ímóti Hadassu S. Christiansen.

Hjá monnunum verður talan tó um endurtøku av FM-finaluni í fjør. Har hittast nevniliga aftur í ár Albert Weihe Wolfsoberg (Hillerød GI) og Ári Fríðason Jensen (Tór). Í fjør vann Albert 4-0 og gjørdist føroyameistari fjórða árið á rað.

Í hálvfinaluni í ár vann Albert Weihe Wolfsberg 4-1 á Rasmusi Teitssyni í Skorini, meðan Ári Fríðason Jensen vann 4-0 á Vagni Kjærbech Nolsøe.

FM-finalurnar verða stroymdar beinleiðis í sjónvarpinum hjá Kringvarpi Føroya í morgin, leygardagin. Kvinnufinalan verður kl.13:15 og mansfinalan kl.14:55.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Tann góða filmsumsóknin
Borðtennis: Nýggj kvinna í FM-finaluni
Garpar og Klaksvíkar Manskór í Messuni
86 milliónir til limakrónur og stuðul
Klakksvík skal eita Einvegis
Kamarsbrakið mikla
Klaksvíkar kommuna ynskir ikki Føroya Bj…
Heilsan til nýggju samgonguna: - Nú skap…
Føroya Banki hevur tilnevnt tveir varast…
Veðrið um vikuskiftið
Varpið aðalfund
Vinnumenning í Norð­oyggjum á breddanum
Hugnaløta í Christians­kirkjuni fríggjada…
Skúlin á Trøðni 50 ár: Ein varði í føroy…
Javnstøða skal vísast ikki lýsast
Útróðurin í dag
Samgongan slær egin orð upp í glens
Skapa karmar fyri oljuvinnu og kanna møg…
Beinir, Bárður og Jacob í lands­stýrið
Heilsugott ábit til børn og ung í Húsinu…