Lýsing
Lýsing
Lýsing

Myndarøð og dystarfrásøgn: KÍ fekk gongd á málskjótingina

SKRIVAÐ: Jákup Ósá - Myndir: Oliver Joensen  |  11.04.2026 - 21:44 Ítrottur Mentan Myndarøð Tíðindi

Áðrenn dystirnar sunnudagin er KÍ oddalið og hevur skorað flest mál í deildini.

Nú B68 vitjaði í Klaksvík var eitt sindur lagt upp til, at hetta bleiv dysturin, har KÍ fór at fáa gongd á málskjótingina, sum annars hevur haltað nærum allar dystirnar í ár. Og soleiðis bleiv. KÍ var effektivt í fyrra hálvleiki og skoraði uppá nærum allar málmøguleikarnar. Í seinna hálvleiki kundi KÍ havt skora meir enn tey trý málini, men sum heild vóru KÍ-leikararnir skarpir, tá møguleikarnir komu. Stóri leikarin var Árni Frederiksberg, sum skoraði tvey mál og legði upp til trý mál. Harafturat skoraði Dávid Reynheim sítt fyrsta mál fyri KÍ. At KÍ var so langt frammanfyri so tíðliga gjørdi, at KÍ eisini fekk brúkt hópin nógv meir enn ofta fyrr.

Úrslitið gjørdist 6-1 til KÍ, sum áðrenn dystirnar sunnudagin er oddalið umframt at hava skorað flest mál í deildini.

KÍ spælir longu aftur mikukvøldið, tá ÍF vitjar í Klaksvík í kappingini um løgmanssteypið.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Væl eydnaður lands­fundur hjá Miðflokkinu…
Tórunn og KÍ hava munin
Bill til Sogndal
Eitt farligt experiment at selja fiskiræ…
Toymið á KG er nú sett
Sildakann­ingar norð­anfyri
Miriam og Rúni í Slovenia
Í felag seta vit eina grønari kós
Uppboðssøla av fiski­rættindum er eitt ek…
Tiltøk í vikuni
Vit seta eina fjølbroytta skrá saman til…
Skjótt at byggja
Einfaldari at avgreiða byggimál og endur…
KÍ vann sera undirhald­andi dyst
Myndarøð: KÍ - NSÍ (4-2)
Ommu- og abbakaffi í Varpinum
50 ár í starvi á Estra
Hugnaløta fyri sjómansfamiljur
Minningarorð um Fastur mína, Eydnu Kjeln…
Norð­oyastevnan = Norð­oyastevnuteitið