Lýsing
Lýsing
Lýsing

Sýning av heimildarfilminum BIRITU og verkstova

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  13.04.2026 - 12:45 Mentan Tíðindaskriv

Sýningar av heimildarfilmurin BIRITA hjá Búa Dam verða í Føroyum komandi dagarnar, og í hesum sambandi verður verkstova í Filmshúsinum. Talan er um eina verkstovu við útlendskum toymi handan heimildarfilmin BIRITU.

 

Tað eru teir tríggir Mark Steel, framleiðara og eftirframleiðsluleiðara , Tom Ryan, ljóðsnið og ljóðbland og Ricardo Acosta, klippar,  sum hvør í sínum lagi greiða frá tilgongd, raðfestingum, uppgávum og nágreina arbeiðið í praksis við dømum. Dentur verður lagdur á samrøðu og kjak.

Sum ein partur av verkstovuni er eisini ein sýning av filminum sum endar við, at leikstjórin Búi Dam greiðir frá síni lívsleið og royndum sum leikstjóri, og hvussu heimildarfilmurin BIRITA mentist frá hugskoti til veruleika. Síðani verður eina samrøða har Búi Dam og útlendska toymið umrøða samstarv, semjur og avbjóðingar. 

Verkstovan verður vikuskiftið 18. og 19. apríl. á Vestara Bryggju 15 á 3. hædd. Til ber at lesa meira um verkstovuna og royndirnar hjá Mark Steele, Ricardo Acosta og Tom Ryan á heimasíðuna hjá filmshúsinum www.ffi.fo.

 

Filmshúsið
2026

Lýsing
Seinastu tíðindini
Mjølnir slapp við hvøkkinum og vann 3-2…
Breið undirtøka fyri evstu embætunum og…
Sýning av heimildarfilmi­num BIRITU og ve…
Veðrið til á middegi í morgin
Fyrsti tingfundur hesa valsetuna
Hvørja vinnuliga framtíð ynskja vit í No…
Skulu hava tamarhald á dystinum
Formansrøðan hjá Sirið Stenberg á flokst…
MEST: - Fasttrack skipanin hevur stórt v…
Tjóðarbygging arbeiðarans
Veðrið í vikuni
Løgmaður: - Barna­frádráttu­rin verður hæk…
Aðalfundur hjá Bláa Krossi
Verða Magn og Effo non-profit ella fái e…
Minni Bakkafrost, meira Føroyar!
Samgonguskjal við nýggjum og spennandi m…
- Sjálvandi skulu vit fara undir oljulei…
Heimskend jazz-trio vitjar Varpið í dag!
Evangeliskt møti í Betesda sunnukvøldið
MAP vinnur arkitektakapping um nýggjan Í…