Sjúrður Skaale og Ísrael - fiktión heldur enn fakta
Sjúrður Skaale hevur seinastu árini við síni kenslubornu og ótroyttiligu søguforteljing leitt føroyskar sionistar. Men tað er torført at finna nakað sum helst sannindi ella skil í forteljingini.
Ferð eftir ferð vísir Sjúrður á neyðtøkur sum vórðu framdar í álopinum 7. oktobur. Men hvørki anti-palestinska greiningararbeiði hjá new york times(Screams without words...) ella óheft ST kanningar nevnd(Við Pramilla Patten á odda) kundi vísa á nakað ítøkiligt dømi um neyðtøku. Onnur ST kanningarnevnd møtti vánaligum samarbeiði, og aktivari forðing frá Ísraels síðu at kanna tað sum hendi 7. oktobur(lýsir Chris Sidoti limur), so sera hent fyri frásøguna hjá Ísraelska statinum.
Hetta er ikki fyri at siga at neyðtøkur ikki vórðu framdar, tað er, hóast ólógligt og andstyggiligt, púra vanligt í kríggi, men próvbyrðan eigur til allar tíðir at liggja hjá ákæranum.
Um Sjúrður veit um neyðtøkur sum onnur ikki vita um, kann hann vísa á tær. Men uttan ávísingar eru ákærurnar tómt propaganda spjatt fyri at djórgera palestinar.
Tað sama er galdandi við mótprógvaðu søguni um avhøvdaði børn.
Í parti 9 av sendingini billbugt hjá frihedsbrevet, sigur Sjúrður:
"Teir [Ísrael] hava ongantíð havt tað sum endamál at drepa sivil fólk."
Henda útsøgn er so týðiliga følsk at tað er torført at trúgva at ein sum Sjúrður, sum skal eitast at vera politiskt literærur, ikki sjálvur veit tað.
Eitt dømi kemir til hugs. Undir mótmælisgongunum í Gaza í 2018 drap Ísrael 183 og særdi yvir 6000 við skotvápnum. Millum tey skotnu vóru journalistar, sjúkrahjálparar, børn og fólk ið bera brek. Millum tey skotnu vóru fólk sum ST kanningarnevndin metti at ikki fremja ella stórvegis fremja harðskap og vóru í summum førum fleiri hundrað metrar frá hegninum.
Í eini samrøðu segði Sjúrður Skaale um ólógliga bippara terrorálopið hjá Ísrael, sum drap minst tvey børn, at tað var "ótrúligt fregnartænastu arbeiði...", og at ongin sivilur varð raktur. Um tað var lygn ella ignoransa er torført at vita, men vanvirðingin fyri altjóða lóg er tann sama.
Samstundis vísir Sjúrður ofta á at Hamas nýtir menniskjaskjøldur í Gasa. Men enn einaferð spretta pástandirnir úr misskiltari løgfrøði. Tí kríggj í tættbygdum øki er ikki ekvivalent við nýtslu av menniskjaskjøldrum. Harafturímóti er ávíst fleiri ferðir at Ísrael brúkar menniskjaskjøldur.(les t.d. B'Tselem).
Eisini sama argument hoyrist ferð eftir ferð, frá Sjúrði, um rættin hjá Ísrael at verja seg. Men eitt land kann aldrin "verja seg" við grovum brotsverkum. Eitt land kann aldrin verja seg við kríggsbrotsverkum, kollektivari revsing ella fólkamorði. Rætturin til sjálvverju skal útinnast í samsvar við altjóða lóg. Tað vita vit at Ísrael ikki virðir.
Um fólkamorðsspurningin svarar Sjúrður við teimum somu misskiljingunum:
1."Vissi tú tambar definitiónina hjá ST[av fólkamorð] út í ytska konsekvensin kanst tú fáa øgiliga nógv undir tað"
2."Vissi hamas kundi, so útrudda teir ísrael í morgin. Ísrael kann útrudda palestina í dag, men gera tað ikki"
Tað fyrra er eitt týðiligt dømi um vanvirðing av altjóða lóg. Tað seinna er eitt klassiskt dømi um misskiljing. Fólkamorð krevur ikki eina ávísa tíðarfreist ella tal av dripnum, og illgruni um at onkur vil fremja fólkamorð móti tær, gevur tær ikki rætt at fremja tað móti teimum.
Forskrúðaðu misfatanirnar hjá einstøkum politikkarum sum Sjúrði hava milt sagt onga vekt í juridiska og menniskjaliga veruleikanum.
At spyrja ein sionistiskan politikkara um Ísrael fremur fólkamorð, er sum at spyrja familjuna hjá einum mordara um mordarin er sekur. Svarið er, sum hjá Sjúrði, TÝDNINGARLEYST.
International Association of Genocide Scholars, Amnesty International, B'Tselem, læknar uttan landamørk og fleiri ST serfrøðingar eru á einum máli:
-"Ísrael fremur fólkamorð í Gaza"
Sjúrður hevur eisini kallað umstøðurnar hjá Palestinum "apartheid líknandi..." men heldur fast við stuðlinum av Ísrael. Tað átti at sagt nokk um moralska kumpassið.
Niðurstøðan hjá Sjúrði og øðrum sionistum er, at Ísrael hevur rætt til at niðurberja Hamas. Men hví vendir hetta so ikki báðar vegir?
-Hvør hevur dripið fleiri fólk, Ísraelski herurin ella Hamas?
-Hvør hevur voldtikið fleiri fólk....?
-Hvør hevur hungrað fleiri fólk...?
-Hvør heldur fleiri gíslar....?
-Hvør hevur dripið fleiri journalistar, børn, sjúkrahjálparar, læknar...?
-Hvør hevur torturerað fleiri fólk...?
-Hvør hevur bumbað fleiri sjúkrahús, universitet, skúlar og kirkjur...?
Svarið til allar spurningarnar er Ísraelski herurin.
So um vit fylgja logikkinum hjá sionistunum, sum skal sigast sjálvdan er fruktbart, skal Hamas so hava rætt at niðurberja Ísraelska herin og Ísraelsku stjórnina? Drepa tey øll? Kosta tey sivil lív sum tað nú kostar?
Eg eri hvørki tann fyrsti ella tann seinasti at kalla Sjúrð populist. Men hetta stempul tykist meira beinrakið í dag enn nakrantíð. Sjúrður hevur seinastu árini staði á odda at fordøma ræðuleikunum í Ukraina og í Nagorno-Karabakh og vísa samhuga fyri teimum raktu.
Men hvat moralskt virði er í hansara samhuga um hesin einans er reserveraður teimum sum eru populær at vísa samhuga fyri?
Tað er eyðsæð at tað snýr seg ikki um moral, samhuga ella menniskjaligheit, men um at tæna hansara populistisku strategi.
Síðan mangt umtalaða tiltakið í Finsen, hevur Sjúrður fleiri ferðir víst á hvussu forferdilig vandaliseringin av Ísraelska flagginum var. Hetta sigur kanska ikki so nógv í sær sjálvum, men avdúkar hóast alt goymdar motivatiónir handan hansara vernd av rættinum at brenna koranir.
Tað er kanska ikki rætturin at úttrykkja seg sum er umráðandi fyri sjúrð, men hvønn hesin rættur verður nýttur at niðra. Tað snýr seg ikki um frælsi, men um hvør hevur atgongd til tað.
Sum flest øll vita er Sjúrður ríkur í retoriskum eginleikum. Júst tí er tað ikki umráðandi um talan er um fakta ella fiktión, so leingi sum frásøgan tænir sínum endamáli.
Facebookvangin verður plastraður við langum videobrotum uttan eina einastu keldu tilvísing.
Grundin er ikki torfør at ávísa - at ongar seriøsar keldur eru at finna sum kunnu undirbyggja hansara frásøgn. Henda frásøgn er hóast alt retoriskt og politiskt skræddaraseyma til júst hansara politiska arbeiði og vinning.
Ingi Reinert Gásadal