Tjóðleikhúsið lagt á ís
Samgonguskjalið millum Fólkaflokkin, Sambandsflokkin og Javnaðarflokkin nevnir ikki tjóðleikhús. Tað hava samgonguskjølini frá 2019 og 2022 annars gjørt, uttan at tað tó bleiv til nakað. Men sitandi samgonga hevur so valt ikki at nevna tjóðleikhús í samgonguskjalinum. Og fíggjarlógin fyri 2026 vísir, at onki er sett av til tjóðleikhúsið í ár.
Í samgonguskjalinum frá 2019 stendur, at ” Tjóðleikhús skal byggjast, har vit bæði kunnu vísa fram og geva skapandi listini góðan gró[ð]rarbotn.” Hetta varð tó av ongum, og helst av teirri orsøk føldi samgongan, ið tók við í 2022, seg noydda at skriva stutt og greitt, at ” Farið verður undir at byggja tjóðleikhús.” Men hóast stutt og greitt orðað, varð ætlanin enn einaferð av ongum. Og nú í 2026 er framvegis ikki farið undir at byggja eitt tílíkt.
Í fíggjarlógini fyri 2026 stendur heldur ongin upphædd fyri árið 2026, tó at ”Æ” (ætlan) fyri komandi tvey árini sigur 4 mió. um árið. Tað er ivasamt, hvussu stórum álvara tað skal lesast við, tí í fíggjarlógini fyri 2025 stóðu eisini 4 milliónir í 2026, ið sum sagt ikki eru við í fíggjarlógini fyri 2026. Í staðin stendur ”Landsstýriskvinnuni verður heimilað at flyta óbrúkta játtan til seinni fíggjarár.”, og er tí ikki ósannlíkt, at játtanin fer at verða rullað frameftir á hvørjum ári.
Tað kann hugsast, at Beinir Johannesen-stjórnin ikki vil vera tann triðja samgongan á rað, sum lovar at byggja tjóðleikhús uttan at gera tað.