Lýsing
Lýsing
Lýsing
Birita Matras Petersen frá KvF gjørdi samrøðuna við danska tíðindamamannin og rithøvundin, Samuel Rachlin | Mynd: Dávur Winther

KvF í samtalu við Samuel Rachlin

SKRIVAÐ: Dávur Winther  |  23.02.2026 - 11:31 Mentan Myndarøð Politikkur Tíðindi

Samuel Rachlin: Kríggið í Ukraina avdúkar ein nýggjan stórpolitiskan veruleika

Birita Matras Petersen gjørdi samrøðuna við danska tíðindamamannin og rithøvundin, Samuel Rachlin, sum er føddur í Sibiria í 1947, gekk trý ár í skúla har, áðrenn henn flutti til danmarkar, 10 ára gamal.

Kríggið í Ukraina hevur broytt heimsmyndina, og vit síggja hvussu geopolitikkur virkar í hesum døgum millum stórveldini, sigur Samuel Rachlin, danskur tíðindamaður.

– Tað er geopolitikkur millum USA og Russland – við Kina í bakgrundini – sum vit eru vitni til, og vit hava ikki staðið í líknandi støðu síðan Seinna heimsbardaga, sigur Samuel Rachlin.

Tað sigur Samuel Rachlin, sum er danskur journalistur, sjónvarpsvertur og rithøvundur. Hann er føddur í táverandi Sovjetsamveldinum og hevur í mong ár arbeitt við russiskum og altjóða viðurskiftum.

Hann hevur brúkt stóran part av síni tíð upp á at greina kríggið, sum hann lýsir sum eitt vendipunkt í evropeiskari og altjóða søgu. Hann heldur, at Russland førir eitt brutalt kríggj móti Ukraina, meðan vesturheimurin hevur havt trupult við at svara aftur.

Birita Matras Petersen gjørdi samrøðuna við danska tíðindamamannin, Samuel Rachlin

Rachlin vísir eisini á, at geopolitisk spenningur í dag ikki bara snýr seg um Russland og Ukraina, men eisini um USA og Evropa – og at vit standa í einari støðu, sum minnir um ta undir Kalda krígnum.

Hann harmast serliga um, at mótstøðan í Russlandi hevur verið lítil, og sigur, at vanligir russar eisini bera ábyrdina fyri, at Putin sleppur at halda fram.

Hoyr eina longri samrøðu her

Lýsing
Seinastu tíðindini
Føroyingar skulu arbeiða longri
Ingilín verður ikki bjargingin hjá verka…
KvF í samtalu við Samuel Rachlin
Birgir hugleiðir um løtuna við Samuel Ra…
Sjóvinnu­flokku­rin á vitjan í Vinnuháskúl…
Mjølnir vann á KÍF í fimmsettara
Suðuroyar­tunnil og pensjónsaldur
Føroyamál hevur aðalfund
75 leikarar kappaðust til Trygd Open 202…
Torra-Konsertin í Varpinum
Harra Løgmaður + 32
Sjálvstýri vil venda skeivu skatta­byrðun…
Veðrið í vikuni
Norðoya Bátafelag hevur aðalfund
Løgmaður svíkir verkafólk
Gentur 14 hjá Stjørnuni steypavinnarar
Áheitan á Løgtingið frá Tvøroyrar býráð
Matvørudepil á veg
Sambands­flokku­rin stuðlar pensjónistunum
Møti í KFUM & K