Lýsing
Lýsing
Lýsing
Samgongan hevur júst samtykt at hækka pensjónsaldurin. | Mynd: Tilgjørd mynd.

Føroyingar skulu arbeiða longri

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  23.02.2026 - 13:35 Politikkur Tíðindi Vinna

Hóast bæði Fakfelagssamstarvið og felagið Verkafólk staðiliga mæltu frá at samtykkja lógaruppskotið um hægri pensjónsaldur, lurtaðu samgongutingfólkini, Liljan Weihe undantikin, ikki. Tí skulu føroyingar framyvir longri.

Vit skulu rokna við at muga arbeiða, til vit vera í minsta lagi 69 ár. Tað hevur samgongan júst samtykt, at vit skulu.

Øll andstøðan atkvøddi ímóti, og tað gjørdi Liljan Weihe úr Tjóðveldi, ið situr í samgonguni, eisini. Men tað var ikki nóg mikið.

Fakfelagssamstarvið millum Heilsuhjálparafelag Føroya, Havnar Arbeiðskvinnufelag, Føroya Pedagogfelag, Føroya Lærarafelag, Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Akademikarafelag Føroya boðaði frá, hvussu ótrygg tey føldu seg. Og felagið Verkafólk, sum er eitt paraplyfelag við Føroya Arbeiðarafelagi, Føroya Fiskimannafelagi, Havnar Arbeiðarafelagi, Havnar Arbeiðskvinnufelagi, Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelagi og Klaksvíkar Arbeiðsmannafelagi, heitti inniliga á samgonguna um at fella uppskotið.

Samgongan lurtaði tó ikki og atkvøddi tí fyri at hækka pensjónsaldurin. Málið varð samtykt við 16 atkvøðum fyri og 15 ímóti. 2 tingfólk møttu ikki.

Ein viðgerð er eftir enn, men lítið røkist fyri, at nakað broytist til ta tíð.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Veðrið í vikuni
Föroya Bjór má ongan veg fara
Framsýningin hjá kvøld- og frítíđarundir…
Eyðun av Reyni sýnir fram í Gamla Seglhú…
ÍF er í steypafinaluni eftir 3-1 sigur á…
Mjølnir er í steypafinaluni eftir 3-0 si…
Kom og hoyr gleðiboðskapin í Betesda sun…
Fingu tað vit fóru eftir
Ovurfegin málskjútti
Nei! Sentralisering av dialysu leingir i…
Líggjas vunnið gull á Danish Open í kvøl…
Borgarafundur um ferða­vinnu­ætlan fyri Sv…
Føroyskir kavaraførleikar styrkja donsku…
Várdagar og Bátafestivalur
Nýtt alment parkeringsøki ávegis í miðbý…
Norð­oyastevnan stendur fyri durum
Heimsmál­ini á bókasøvnunum
Veðrið um vikuskiftið
Klaksvík fylgdi slett ikki við!
Megnar Mjølnir at spæla seg í áttandu st…