Lýsing
Lýsing
Lýsing
Ein av mongu samanberandi myndunum í frágreiðingini um fiskaútflutning Føroya fyri 2025". | Mynd: Nordic Fish Exports.

Frágreiðing um fiskaútflutning Føroya fyri 2026

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  23.02.2026 - 17:30 Tíðindi Vinna

Jákup Holm Johannesen hevur sjálvur annar eina fyritøku, sum visualiserar fiskaútflutning og marknaðaratgongd. Teir hava gjørt eina umfatandi frágreiðing um Fiskaútflutning Føroya 2025, sum teir hava valt at givið út alment, tá nú fiskaútflutningur er av almennum áhuga. 

Frágreiðingin hevur fingið heitið ”Fiskaútflutningur Føroya 2025 - og samanberingar við Norra, Ísland og Grønland”.

Í kanningini kann millum annað lesast, at fiskaútflutningur Føroya vaks 12,3% - úr 11,4 mia. DKK í 2024 til 12,8 mia. DKK í 2025, at í nøgd lækkaði fiskaútflutningur Føroya 6,4% - úr 559.000 tonsum í 2024 niður á 523.000 tons í 2025, at miðal-tollurin tilsamans fyri føroyskan fisk í heiminum er 10,05% mótvegis 7,22% í Noregi og 7,20% í Íslandi, at høvuðsfiskasløgini eru laksur, makrelur, og toskur, og at vøksturin í virði stendst frá høgum makrel- og botnfiskaprísum umframt øktari nøgd av laksaútflutningi.

Kanningin er drúgv og gjøllig, 100 blaðsíður, og umrøðir viðurskifti sum marknaðaratgongd, fiskaútflutning og fiskasløgini laks, botnfisk, uppisjóvarfisk og flatfisk umframt annan fiskaútflutning.

Øll kanningin kann lesast her.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Konsert í Hoyvíkar kirkju 18. apríl 2026…
Samgonguskjalið 2026 og lágløntir pensjó…
Kvinnu­stevnan verður 25. apríl
Durita: Vónirnar eru góðar
Spennandi bridgefestivalur við altjóða l…
Steinway-artistur hugtikin av flyglinum…
Myndarøð: Tá skotið varð fyri Norð­oyatun…
Norðoya­tunnilin hátíðarheldur 20 ára dag…
Aðalfundur og nýggj starvs­nevnd í Tónlei…
Sjálvandi hevur samgongan ikki áhuga í a…
Veðrið í dag
Sámal & Benjamin á Summar Festival
FM-finalistar­nir møtast í hálvfinaluni í…
John Ziska Joensen fekk ’’debut’’ á KÍ-l…
Birita Adela fekk FUR-heiðursløn 2026
Føroya Bjór er feilstaðsett í Klaksvíkar…
Myndarøð: Einvegis ferðsla á Djúpumýru
Seyða­hundasamband Føroya haft aðalfund
Aðalfundur í Norðoya Sambands­felag
“Lands­stýrið strammar upp á innflyt­ingar…