Lýsing
Lýsing
Lýsing

Prima Facie í Miðhøllini

SKRIVAÐ: Dávur Winther  |  24.02.2026 - 14:31 Mentan Tíðindi

Leikurin, Prima Facie sum er skrivaður av avstralsku, Suzie Miller, verður sýndur í Miðhøllin á Skúlatrøð - Ósáskúlan - leygardagin 28. feb. kl. 16.00.

Nýtt staklag og leikferð við Det Ferösche Compagnie

Det Ferösche Compagnie (DFC) útgevur eitt spildurnýtt staklag við heitinum Dansi ordiliga seksutt. Sangurin snýr seg í stuttum um eitt kvøld í býnum, sum gongur galið. Skrúva for frá og lurta eftir lagnum her:

Lagið er gjørt ísmbv at DFC fer á leikferð í Føroyum, við leikinum Prima Facie, í døgunum 26. feb. til 8. mars kring femifagnaðar vikuna. Almennar sýningar verða hesar:

28. feb. Klaksvík, Miðhøllin á Skúlatrøð – Ósáskúlin kl. 16.00. 26. feb. Kambsdalur, Miðnámsskúlin kl. 20.

Prima Facie er skrivaður av avstralsku Suzie Miller. Leikurin er eitt intenst courtroom drama, og er spældur á leikhúsum kring knøttin, har hann hevur vunnið hópin av virðislønum, m.a. besta handrit.

Vit fylgja sakførarunum Tessu Ensler, sum hevur bart seg upp á ovastu rók sum ein sera dugnaligur ákæri. Hon kennir lógarspæli og vinnur næstan hvørt mál.

Tessu dugir at navigera í eini verð, har tempoið er høgt, nógv er uppá spæl og bara tey dugnaligastu yvirliva.

Men tá hon sjálv er fyri eini ógvusligari hending og situr hinumegin borðið, merkir hon á egnum kroppi, hvussu rættarskipanin ikki tænir øllum líka.

Leikurin viðgerð evni sum neyðtøku, samtykki, próvbyrðu og setur spurnartekin við, um okkara rættar skipan verjir øll líka.

Umframt at bjóða áskoðarunum eina sterka listaliga uppliving, vónar leikbólkurin at birta undir samtalu og eftirhugsan um okkara felags ábyrgd hesum viðvíkjandi.

Leikurin varar 1 tíma og 30 min

Á pallinum eru: Kristina Sørensen Ougaard, Dánjal á Neystabø og Anny Leo Thorsen Leikstjórn: Matthew Richardson Tónasmiður: Dánjal á Neystabø Scenografi og búnar: Sámal Blak Týðing: Beinir Bergsson

Leikurin spældi í Perluni í Havn og fekk sera jalig ummæli. Sí brot úr ummælum her:

Det Ferösche Compagnie hevur enn einaferð skapt eina ágangandi og viðkomandi pallseting av einari sterkari søgu við einum neyðugum boðskapi, og eg kann harðliga viðmæla øllum at fara oman í Perluna at uppliva hana. - Dánjal Hoydal, Dimmalætting 14. sep. 2025

Prima Facie var ein hugtakandi out of this world tour de force hjá Kristinu Sørensen Ougaard… Kropsliga nærveran og framburðurin hugtók meg, so eg varð málleysur. - Birgir Kruse, Birkblog 24. sep 2025

Lýsing
Seinastu tíðindini
KÍ umhugsar styrk
Prima Facie í Miðhøllini
Heiðran á Klaksvíkar Sjúkra­húsi
Bjørt broytt raðfylgjuna: Suðuroyar­tunni…
Clickhaze á G! 2026
Veðrið í Tjørnuvík
- Vit eru allir ótrúliga spentir til het…
Tussj: Steypavikuskifti fyri tey yngru í…
Suðuroyar­tunnilin samtyktur – men einans…
Geo-poesi og Geopoetikkur á Bókmentafest…
Sjálvstøðugt land merkir loysing
Frágreiðing um fiskaútflutning Føroya fy…
Føroyingar skulu arbeiða longri
Ingilín verður ikki bjargingin hjá verka…
KvF í samtalu við Samuel Rachlin
Birgir hugleiðir um løtuna við Samuel Ra…
Sjóvinnu­flokku­rin á vitjan í Vinnuháskúl…
Mjølnir vann á KÍF í fimmsettara
Suðuroyar­tunnil og pensjónsaldur
Føroyamál hevur aðalfund