Lýsing
Lýsing
Lýsing

Bjørt broytt raðfylgjuna: Suðuroyartunnilin fyrst

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  24.02.2026 - 11:32 Politikkur Tíðindi

Í gjár sóu vit, at Bjarni Kárason Petersen og Karlot Hergeirsson antin ikki kendu til, ella ikki virdu, semjuna millum Javnaðarflokkin og Framsókn um “Quid pro quo” – nakað fyri nakað. Avtalan var, at Javnaðarflokkurin skuldi taka undir við hægri pensiónsaldri, og afturfyri skuldi Framsókn bera Suðuroyartunnilin ígjøgnum. Javnaðarflokkurin helt sín part av avtaluni, men tað gjørdi Framsókn ikki. Í morgin skulu framsóknarfólk fyrst bekenna kulør, áðrenn javnaðarfólk gera tað.

 

 

3. viðgerð av málinum um Suðuroyartunnilin skuldi koma aftaná 3. viðgerð av pensjónsmálinum í morgin, men nú hevur løgtingsforkvinnan, Bjørt Samuelsen í Tjóðveldi, skift tey bæði málini um, soleiðis at Suðuroyartunnilin kemur fyrst.

Tað merkir, at um Karlot Hergeirsson og Bjarni Kárason aftur í morgin velja fríspæl fram um samgonguavtaluna og atkvøða ímóti, so er so gott sum púra vist, at javnaðartingfólkini heldur ikki fara at hjálpa Framsókn við at hækka pensjónsaldurin.

Tingfundurin byrjar kl. 11 í morgin, mikudagin 25. februar, og Suðuroyartunnilin er 2. málið á skránni og pensiónsaldurshækkingin 3. málið.   

Lýsing
Seinastu tíðindini
Heiðran á Klaksvíkar Sjúkra­húsi
Bjørt broytt raðfylgjuna: Suðuroyar­tunni…
Clickhaze á G! 2026
Veðrið í Tjørnuvík
- Vit eru allir ótrúliga spentir til het…
Tussj: Steypavikuskifti fyri tey yngru í…
Suðuroyar­tunnilin samtyktur – men einans…
Geo-poesi og Geopoetikkur á Bókmentafest…
Sjálvstøðugt land merkir loysing
Frágreiðing um fiskaútflutning Føroya fy…
Føroyingar skulu arbeiða longri
Ingilín verður ikki bjargingin hjá verka…
KvF í samtalu við Samuel Rachlin
Birgir hugleiðir um løtuna við Samuel Ra…
Sjóvinnu­flokku­rin á vitjan í Vinnuháskúl…
Mjølnir vann á KÍF í fimmsettara
Suðuroyar­tunnil og pensjónsaldur
Føroyamál hevur aðalfund
75 leikarar kappaðust til Trygd Open 202…
Torra-Konsertin í Varpinum