- Vit eru allir ótrúliga spentir til hetta kappingarárið
Jóannes Kalsø Danielsen hevur drigist við ein lítlan skaða seinastu vikurnar, men nú sær betur út, tí hann væntast klárur til kappingarbyrjan
Ein av lyklaleikarunum hjá KÍ er Jóannes Kalsø Danielsen, sum nokk er tann KÍ-spælarin við flestu dystar minuttunum í 2025.
Vit hava sett Jóannesi nakrar spurningar um komandi kappingina.
Tú byrjaði á bonkinum ímóti B36, men kom so inn til endans í dystinum. Verður tú klárur til at spæla tann 8. mars tá tit skulu vitja 07 Vestur á Dungasandi? -
Ja, eg havi havt ein lítlan skaða í ár, men um alt gongur eftir ætlan, so verði eg 100 prosent klárur til kappingarbyrjan.
Í fjør, eftir at FM nr. 22 hjá KÍ kom í hús, hava vit hoyrt nógvar KÍ-leikarar tosa um eitt evropeiskt bólkaspæl. Ert tú spentur uppá kappingarárið 2026?
- Ja, vit eru allir ótrúliga spentir til hetta kappingarárið, nú vit skulu royna at endurvinna meistaraheitið, sum er eitt tað torførasta í ítrótti.
- Síðani er tað altíð eitt stórt upplivilsi at spæla í Evropa - tað er altíð eitt hæddarpunkt á árinum.
Í fjør vunnu tit ta fyrstu greipuna hjá KÍ síðani 1999, og tit hava sligið nøkur imponerandi lið út í Conference League. Tú hevur sjálvur byrjað inni til allar dystirnar hjá KÍ, og ert nokk tann spælarin við flestum dystarminuttum í 2025. Hevur tú nøkur persónlig mál og vónir til kappingarárið 2026?
- Mítt persónliga mál fyri 2026 er, at tað skal verða mítt besta fótbóltsár higartil.
Av ymiskum viðmerkjarum verður lagt upp til, at tit eru ikki líka svangir eftir at vinna í ár. Hvørjar eru ætlaninar hjá Kí í 2026?
- Man verður ikki mettur av at vinna, heldur tvørturímóti. Harafturat kunnu vit brúka tær royndirnar at vinna til okkara fyrimun. Men vit vita, at kappingin kann blíva jøvn, og smálutir kunnu blíva avgerandi. Tá ræður um at hava ís í búkinum og brúka tær mongu royndirnar, okkara leikarar hava.
Leygardagin spæla tit stórsteypadyst móti HB. Hvat fyri dyst kunnu vit vænta, og kunnu vit vænta at síggja teg á vøllinum?
- Eg rokni við, at vit fáa ein tættan, spennandi dyst við høgum intensiteti, har vit kunnu fáa ein lítlan forsmakk av, hvat man kann vænta av liðnum í 2026. Eg vóni sjálvandi at fáa minuttir á vøllinum, men tað er nokk ov tíðliga enn at meta um.
Og allarsíðst: Hvør vinnur stórsteypadystin?
- Vit fara at gera alt fyri at fáa steypið norðeftir.