Jólatrøini í Kalsoynni tendra í kvøld
Klaksvíkar Hornorkestur er væl mannað. tó at hann sigur nakað av regni, so verður hildi á við spæli og røðum í kvøld í Kalsoynni.
Ungir og eldri hornblásarar hava savnast á gømlu Sløkkiliðasstøðini til venjingar í samband við jólatrø og jólahugna í kommununi komandi dagarnar.
Jólini nærkast í hvørjum og nú skulu jólatrøini skjótt tendrast tey ymsu støðini - har Klaksvíkar Hornorkestur altíð er við í ferðini og ger løtuna serliga hugnaliga
Jólatræið á Syðradali verður tendrað í kvøld 27. november kl. 17.45
Jólatræið á Húsum verður tendrað í kvøld 27. november kl. 18.30
Jólatræið á Trøllanesi verður tendrað í kvøld 27. november kl. 19.00
Jólatræið í Mikladali verður tendrað í kvøld 27. november kl. 19.45
Sámal Petur í Grund, heldur røðu, og Klaksvíkar Hornorkestur spælir.
Sam siglir í hesum sambandi av Klaksvík kl.17.15 og av Syðradali kl. 21.00
– bussur er við í ferðini.
Klaksvíkar hornorkestur fær styrk frá eldru spælarunum í Hornorkestrinum á Skúlatrøð, tey hava sum sagt vant við orkestrinum. Tí verður sostatt talan um eitt væl mannað hornorkestur, sum spælir jólaløg, tá jólatrøini verða tendrað runt umkring.
Jólatræið í Vágstúni.
Jólatrøini í Kalsoynni tendra í kvøld
Leygardagin 29. november kl. 16.00 verður jólatræið í Vágstúni tendrað
Øssu Kjølbro, sóknarprestur og Annika S. Biskopstø halda røðu, Klaksvíkar Hornorkestur spælir hugnaligan jólatónleik. Eisini hava vit frætt, at jólamaðurin kemur at tendra jólatræið og hevur biðið Trøllapætur og ommudidd um at hjálpa sær.
Aftaná verður ein góður kaffimunnur í Varpinum. Her fara jólamenninir at geva pakkar við til børnini.
Vit gleða okkum at síggja nógv fólk til hugnaligu løtuna.
Jólatræið í Árnafirði verður tendrað leygardagin 29. november kl. 17.30.
Lena Askham heldur røðu, og Klaksvíkar Hornorkestur spælir.
Boðið verður til ein kaffimunn í gamla bygdahandlinum eftir haldið.