Lýsing
Lýsing
Lýsing

Síðsta keypið hjá FØROYA BANKA SAVNINUM av listaverkum eftir Jens Dan Ziska

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  26.11.2025 - 18:43 Mentan Myndarøð Tíðindi

Í fimm ár hevur Sjálvsognarstovnurin FØROYA BANKA SAVNIÐ fingið dyggan stuðul frá FØROYA BANKA til keyp av føroyskari samtíðarlist. Hesi fimm árini hevur stuðulin verið kr. 750.000, og hava vit keypt 47 listaverk frá níggju listafólkum, sum vit ikki áttu í savninum áður.

 

Føroya Banki eigur stóra tøkk fyri stuðulin til føroyska samtíðarlist.

Júst nú hava vit keypt fýra málningar eftir listamannin Jens Dam Ziska, sum í hesum døgum hevur soloframsýning við heitinum Eftirmyndir á Listasavni Føroya. Jens Dam Ziska (f. 1982) er føddur og uppvaksin í Tórshavn og sýndi fyrstu ferð fram á várframsýningini í 2002. Síðan tá hevur hann sýnt fram á fleiri bólka- og einstaklingaframsýningum bæði í Føroyum og uttanlands. Jens Dam Ziska hevur MFA útbúgving í málningalist frá UCLA í Los Angeles og hevur harumframt skrivað doktararitgerð í heimspeki á University of Oxford. Árini 2017-2019 starvaðist hann sum postdoc-granskari á Kunstakademie Düsseldorf, har hann undirvísti í fagurfrøði og granskaði málningalist. Síðani 2019 hevur Jens Dam Ziska undirvíst á Fróðskaparsetri Føroya.

Eftirmyndir er fyrsta savnsframsýning hjá listamanninum. Málningarnir á hesi framsýningini lýsa ikki eina hending í sjálvum sær, men heldur eftirlívið frá eini hending, goymdar veruleikar, gloymdar søgur, og hvussu tann metafysiski heimurin kann ávirka upplivingina av einum staði. Meðan summir av málningunum eru nærum non-figurativir, eru aðrir hinvegin abstraktiónir av motivum og lutum, ið hómast aftur í myndini, og sum áskoðarin kennur aftur úr gerandislívinum. Verkini eru afturljóð av tí ósædda og endurgeva tað, sum var - eftirmyndirnar, ið hava fest seg handan eygnalokini, eitt markamót millum tað, ið er eygleitt, og tað, ið er ímyndað. Eitt slag av rannsakan av minninum og tí persónligu upplivingini, har veruleiki og tulking renna saman.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Toskakvotan í Barentshavi­num kann vaksa…
Framtak hevði 10,1 mió kr. í vinningi av…
Fáið tey ungu at velja Føroyar
Fara fakfeløg­ini at vakna nú?
Venjararatoymið heldur fram til 2029
Video: Soleiðis spældi Bissen í Supercup…
800.000 kr í neyðhjálp til Venesuela
Tá KÍ bjargaði HB
Ferða­vinnu­ætla­nir fyri Norð­oyggjar til a…
Magnus Powell setti klárt met
Úr Føroyum til Michelin
Nýggjur karmsáttmáli um fiski­veiðisamsta…
Talið av hálskrabba sjeyfaldað síðani 19…
Trý ár at byggja Kalsoyar­tunnil
Tá tankarnir surra – Hví eri eg ikki sum…
Flogbóltsk­vinnu­r­nar vunnu bronsu
Konsertir við Haderslev Domkirkes Pigeko…
Tað er nú vit eiga at gera vart við okku…
Langar flottar røðir hjá KÍ eru nú brotn…
Sjey føroysk aftrat á Summar Festival