MEST: Avlop á 28,8 milliónir krónur aftaná skatt í 2025
Nógv virksemi var á MEST í fjør við eini nettosølu uppá 665,9 mió kr. Framgongd var á øllum virkisøkjum og hevði felagið eitt avlop uppá 28,8 mió. kr. eftir skatt. Í MEST samtakinum starvast 600 starvsfólk - harav 67 lærlingar.
“Vit eru væl nøgd við úrslitið fyri 2025”, sigur Mouritz Mohr stjóri á MEST. “Skulu vit megna at átaka okkum stórar verkætlanir, sum eitt nú at gera íløgu í eina nýggja dokk og aðrar størri uppgávur fyri okkara kundar, krevst ein sterk og væl skipað fyritøka. Tí gleðir tað meg serliga, at árið hepnaðist væl á øllum virkisøkjum í MEST samtakinum.”
MEST er ein fíggjarliga sterk fyritøka við einum eginpeningi á 178 milliónir krónur og einum soliditeti á 41,8%.
Dótturfelagið PAM Offshore Service hevði somuleiðis eitt nøktandi ár í 2025. Nógvar áhugaverdar verkætlanir hava verið og eru fyri framman, eitt nú hesar.
Lívfiskastøð í Svínoy – el og stýrisskipanir frá MEST
MEST hevur ein týðandi leiklut sum veitari av el og stýrisskipan til at umbyggja støðina frá rognkelsistøð til lívfiskastøð hjá Bakkafrost í Svínoy. Talan er um eina umfatandi verkætlan. Arbeiðið verður liðugt í vár.
NB118 Nýggjur frystitrolari Dunga Jákup M/tr
Talan er um eitt framkomið skip, sum er útgjørt til framtíðar krøv. Tað hevur stóran týdning, at vit í Føroyum fáa møguleikan at varðveita skipasmíð sum handverk og serliga gleðiligt er tað, at vit eru kappingarfør við okkara grannatjóðir.
Verksmiðjan á Norðborg M/tr skiftast út
MEST vann í fjør verkætlanina við útlendskar skipasmiðjur um arbeiðið og er talan um eina umfatandi verkætlan.
Føroya størsta tvíkilja til MOWI
Í september í fjør undirskrivaðu MOWI og MEST avtalu um bygging av eini tvíkilju, sum er 24 metrar long og 12 metrar breið. Tvíkiljan verður latin á vári í 2027. Alt arbeiðið verður gjørt í Føroyum, eisini skrokkurin.
Burðardygd
Eins og í 2024 hevur MEST fyri 2025 gjørt eina ársfrágreiðing um burðardygd.
Nýggj turrdokk
Arbeiðið uppá nýggju turrdokkina er komið væl áleiðis og gongur verkætlanin eftir ætlan. Sambært tíðarætlanini verður arbeiðði liðugt í oktober 2026. Dokkin er 150 metrar long, 33 metrar breið og 11,5 metrar djúp. Fleiri útlendsk og føroysk skip hava longu biðið um pláss.
MEST samtakið fevnir um skipasmiðjurnar í Havn, á Skála, framleiðsluvirkið í Runavík og PAM-Offshore Service, sum veitir tænastur til frálandavinnuna í Noregi.
“2026 verður eitt hendingaríkt ár. Kappingin er hørð, og tí arbeiða vit miðvíst við at styrkja okkara tænastustøði og veitingar og leggja dent á at menna okkara starvsfólk. Vit fegnast um at okkara átøk bera ávøkst, og at alsamt fleiri kundar velja MEST sum veitara,” sigur Mouritz Mohr, stjóri á MEST.