Sambandsflokkurin við drúgvari valskrá
Sambandsflokkurin hevur lagt felags valskrá fram til bæði fólkatings- og løgtingsvalið. Her er ein samandráttur.
Sambandsflokkurin vil avtaka mótrokningina hjá arbeiðandi pensionistum, og millum annað kanna møguleikarnar fyri kjarnorku. Barnafrádrátturin skal hækkast við 2.000 krónum afturat um mánaðin, geva starvsfólki í heilsu- og røktarøkinum ein skattafrádrátt upp á 25.000 krónur árliga, seta Bústaðargrunn á stovn við 200 milliónum í, og at verandi Bústaðir bara skulu kunna byggja almentgagnligar bústaðir so sum lestraríbúðir og eldraíbúðir.
Á skúlaøkinum vil Sambandsflokkurin m.a. avtaka vetrarferiuna og raðfesta handaligu útbúgvingarnar. Tá ið tað kemur til tilflytarar, so skal tað ikki bera til at fáa familjusamanføring, fyrrenn ein hevur búð í Føroyum í 3 ár, og eitt krav verður innført um, at um ein skal búseta seg varandi í Føroyum, skal viðkomandi upp til próvtøku í føroyskum máli og mentan.
Tá tað kemur til ríkisrættarligu viðurskiftini vil flokkurin varðveita ríkisveitingina, sum hann orðar tað, og heldur fast um programmið Nýtt Samband. Á næstsíðstu síðuni í valskránni vísir flokkurin á avrik á Fólkatingi, serliga at tað hevur eydnast at fáa pening til vega úr Danmark til verkætlanir o.a. í Føroyum.
Hóast tað á forsíðuni stendur, at valskráin er til bæði fólkatingsval og løgtingsval, so eru á aftastu síðuni myndir av teimum, sum allarhelst eru valevnini til løgtingsvalið ella til bæði valini. Men hvørji teirra eru valevnini til fólkatingsvalið?, kundi ein spurt.
Valskráin hjá Lista B kann lesast her