90-ini í føroyskari telving
Á heimasíðuni hjá Talvsambandi Føroya verður nýtt, søguligt yvirlit yvir úrslitini í føroysku liðkappingini í talvi heilt frá byrjan í 1971 nú lagt út
Úrslitini í føroysku landskappingini í talvi hava ikki verið skjalførd av einslistum, men tilfarið, sum nú verður lagt fram, er komið í ljósmála eftir drúgvar rannsóknir.
Tað, sum dentur er lagdur á, er fyrst at fáa úrslitið í hvørjum dysti í fremstu deildini til høldar, og soleiðis eina fullfíggjaða kappingartalvu fyri hvørt ár, og – í øðrum lagi – at fáa til vega úrslitini fyri hvørt borð sær í øllum dystum í fremstu deildini, so at síggjast kann, hvørjir telvaðu, og hvussu úrslitini fullu.
Hetta hevur verið setningurin, men hann kann ikki røkkast til fulnar. Avbjóðingarnar hava verið mestar við elsta tilfarinum.
Í dag verður øll føroysk telving talgildað umvegis alheims talvdátugrunnin Chess-results. Í hesum grunni finnur tú úrslit og talv í føroysku landskappingini aftur til 2007. Tað, sum eldri er, liggur hult í támi. Men nú verður so ein roynd gjørd at bjarga tí, sum bjargast kann.
Tað eru teir báðir Suni Merkistein og Rógvi Egilstoft, sum av sínum eintingum eru farnir undir at savna og leggja fram úrslitini í liðkappingini í talvi. Suni hevur putlast við at fáa fatur á tilfarinum, og Rógvi hevur arbeitt við uppseting og talgilding.
Hvørt tíggjuáraskeið verður tikið fyri seg. Sagt verður í stuttum frá kappingunum, ár fyri ár. Fyrst vórðu 70-árini løgd fram.
Tey eru rættiliga ófullfíggjað. 80-árini eru frá 1982 at kalla fullfíggjað. 90-árini eru næstan fullfíggjað, men tað hevur ikki eydnast at fáa øll borðúrslit fyri summar av dystunum kappingarárið 1991/92.
Herfyri vóru 80-árini løgd út, og í dag eru so 90-árini eisini løgd út á heimasíðu Talvsambandsins.
Fýra feløg vunnu FM
90-ini eru hendingarrík ár í føroyskari telving. Nógv verður lagt fyri í landskappingini. Fyrstu sponsorarnir síggjast í føroyskari telving. Heili fýra feløg vinna FM hesi tíggju árini. 90-ini er glæsiligu árini hjá Klaksvíkar Talvfelag. Fýra ferðir vinna teir meistaraheitið. Kollfirðingar spenna seg eisini út og vinna meistaraheitið tríggjar ferðir, stundum við sterkum norðurlendskum telvarum á liðnum. Havnar Telvingarfelag vinnur tvær ferðir og Vestmanna Talvfelag eina ferð.
Ongantíð hava so nógvir útlendskir telvarar sett sín dám á føroysku kappingina sum tey seinnu 90-árini. Summi feløg gingu undan og settu góðar telvarar sum leikandi venjarar í felagnum. Í so máta valdaði størri framskygni í føroyskari telving enn nú.
Fyrst í 90-unum - á sumri 1992 - koma tveir av heimsins bestu telvarum til Føroyar at vera eina tíð. Hetta eru Predrag Nikolic og Ivan Sokolov úr Bosnia-Herzegovina. Teir eru í veruleikanum flóttamenn, tí kríggj herjar í heimlandinum. Klaksvíkar Talvfelag hýsir Nikolic, og Havnar Telvingarfelag Sokolov. Báðir taka sær fyri at venja telvararnar í hesum feløgum, og ivaleyst vekja teir ansin fyri telving millum teir yngstu.
90-ini eru kreppuár í Føroyum - serliga fyrru 90-ini. Hesi árini fara nógvir telvarar eisini av landinum, ikki endiliga av kreppuni, men burtur at lesa. Flest allir savnaðust um føroyska talvfelagið í Keypmannahavn, sum kring aldamótið vann seg heilt upp í fremstu donsku deildina. So við og við kom meginparturin av føroysku talvútisetunum heim aftur, og tá endaði føroyska talvævintýrið í Danmark.
Útisetarnir ferðaðust kortini tíðum heim at vera við í dystum í føroysku landskappingini, og í árligu FM-einstaklingakappingunum um páskirnar vóru útisetarnir trúgvir gestir.
Stórplássini Havnin og Klaksvík mundu eiga bróðirpartin av útisetatelvarunum, men mundu eisini vera feløgini, sum løgdu størri dent á ungdómstelving enn hini feløgini, og sum fingu meiri undan enn hini. Men í seinnu hálvu av 90-unum er tað Kollafjarðar Talvfelag, ið spennir seg mest út. Teir hava í nøkur ár svian Tiger Hillarp-Persson sum fastan, leikandi venjara, og sum frá líður síggjast fleiri yngri telvarar koma undan, hin besti er Hans Kristian Simonsen.
Talvsamband Føroya spennir seg eisini út, og skipar í 1997 fyri fyrstu stóru altjóða talvkapping í Føroyuum, Visa Nordic Grand Prix. Her fingu føroyingar høvið til at síggja og telva ímóti nøkrum av teimum bestu úti í heimi. Peter Svidler, ið seinni hetta árið vann Russlandsmeistaraheitið á triðja sinni, vann kappingina í Føroyum.
Í føroysku landskappingini vóru harðar orrustur, bæði á talvborði og á skrivaraborði. Trætur trutu ikki, og kærumálini fuku um oyruni á teim telvandi í teimum spennandi 90-unum, tá flest øll feløgini kýttu seg av øllum alvi fyri at vinna.
Farast kann inn á heimasíðu Talvsambandsins - faroechess.com - har ber til at síggja talvúrslitini frá 70-unum, 80-unum og nú eisini 90-unum.
Eftir eru so 0-árini - tey koma áðrenn langt um líður.