Samgongumøguleikar - hvussu nógvir og hvørjir?
Fær Fólkaflokkurin 12 tinglimir, sum veljarkanningin, ið spyr.fo gjørdi 26. februar fyri Fm1/portal.fo, vísir, er flokkurin at finna í 28 av 32 møguligum meiriluta samgongum, ið kunnu skipast við í minsta lagi 17 tinglimum, sí talvu. Av teim 32 møguleikunum eru nakrir helst ósannlíkir, tí tað er ov avbjóðandi at gera samgonguskjal við ov nógvum flokkum.
Matematiskt sæð høvdu tað sostatt einans verið fýra út av 32 møguleikum at skipa samgongu uttan um Fólkaflokkin. Hesir fýra møguleikarnir hava allir sum fortreyt, at Sambandsflokkurin, Tjóðveldi og Javnaðarflokkurin finna saman, og tað hevði út frá veljarakanningini blivið við 17 tinglimum. Saman við Framsókn og/ella Miðflokkinum hevði talan blivið um 19 ella 21 tinglimir.
Eitt er matematikkin, annað er veruleikin. Um man hyggur nærri eftir teim fýra møguleikunum, hevði verið neyðugt, at teir tveir flokkarnir í hvør sínum enda av ríkisrættarligu ásini, Sambandsflokkurin og Tjóðveldi, fóru í samgongu. Einasta ferð, ið hetta er komið fyri, var fyri 37 árum síðani, tá ið flokkarnir í hálvtannað ár, frá juni 1989 til januar 1991, sótu í samgongu saman við Fólkaflokkinum.
Sambandsflokkurin, Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi upptraðka hvør í sínum lagi í 20 av 32 møguligum samgongum, sum í sjálvum sær ikki er lítið. Men felags fyri allar tríggjar flokkarnar er, at Fólkaflokkurin er við í 16 av teim 20 samansetingunum. Ímeðan hinir fýra møguleikarnir sum nevnt treyta, at Sambandið og Tjóðveldi kasta saman umframt Javnaðarflokkin og møguliga smærru flokkarnir.
Sitandi løgmaður hevur samráðingarrættin eftir valið, men møguleikarnir eru avmarkaðir, um løgmaður ynskir at varðveita leiðsluna, og valúrslitið verður á leið sum í veljarakanningini. Hinumegin, men tá sannlíkt við løgmanni úr Fólkaflokkinum, eru t.d møguleikar fyri ABC við 22 tinglimum, sonevnda heimastýrissamgongan. Ella ein ACE-samgonga við 22 tinglimum við denti á ríkisrættarliga spurningin.
Við éinum heilt stórum flokki fáa teir báðir smærru flokkarnir, alt annað líka, neyvan stóra ávirkan. Tað velst tó um, hvat ið flokkurin, ið hevur samráðingarrættin, velir at royna. Nógv kundi bent á, at Fólkaflokkurin fær samráðingarrættin nokkso skjótt aftan á Javnaðarflokkin og hevur eina breiða palettu at velja í. Enntá at skipa samgongu við bara einum øðrum flokki.
Alt er tó enn rímiliga opið, nú ið valdysturin er í gongd í góðar tvær vikur aftrat. Næsta veljarakanning kann eisini visa minkandi leiðslut til Fólkaflokkin, men hóast tað broytir matematikkina, so broytir tað neyvan so heilt nógv tær grundleggjandi møguligu samansetingarnar. Fólkaflokkurin er tí við síni stóru framgongd í eini sera góðari støðu, eisini um hann fer frá 12 niður í 10 ella níggju løgtingslimir.
Politikkur er ofta annað enn bara politikkur, um enn politikkurin er avgerandi í valdystinum, og tá ið samgonguskjal skal skrivast. Matematikkin hevur tó alt at siga í síðsta enda, tí tað er jú í samgongu, at man veruliga kann gera sína ávirkan galdandi. Persónlig sambond millum fólk í flokkunum hava eyðvitað eisini nógv at siga. Eins og sjálvandi ynskið um at koma til valdið og á ovastu rók.
Í Danmark, har ið tað í løtuni verður kappast um 179 sessir, ger seinasta veljarakanningin Moderaterne við Lars Løkke Rasmussen við 9 mandatum til ‘kongemager’. Tað vil siga avgerandi fyri, um reyði ella blái blokkur fær leiðsluna. Í Føroyum er ikki heilt sama støða, men Javnaðarflokkurin hevur tíðsnokk upphevað sítt egna forboð ímóti at samstarva við Fólkaflokkin.
Niels Juel Arge, Tórshavn
