Lýsing
Lýsing
Lýsing

Oljukreppa og vit eru ikki klár

SKRIVAÐ: Helgi Abrahamsen  |  10.03.2026 - 10:31 Politikkur Tíðindaskriv

Kríggið í Miðeystri hevur enn einaferð sent oljuprísirnar langt upp í loft, og óvist er, hvussu leingi teir fara at verða hangandi har uppi.

 

SEV hevur gjørt fasta avtalu um prísin hetta árið, og tí fara elprísirnir ikki upp nú, men kanska seinni. Tey sum hita húsini við olju, og hava oljuriknar bilar skulu roknað við at fáa eina stóra eykarokning slepta niður í postkassan um stutta tíð. Og størstu tapararnir verða reiðaríini, sum brúka umleið helvtina av allari oljuni, sum føroyska samfelagið brúkar.

Hetta minnir okkum enn einaferð á, at vit eiga at framleiða okkara egnu orku, soleiðis at vit ikki fáa eina risastóra rokning, hvørjaferð onkur Ayatollah steingir Hormuzsundið. 

Vit eiga at arbeiða við grønum orkuloysnum, og vit eiga eisini at arbeiða við oljuleiting í føroyskum øki.

Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi og Framsókn løgdu bragdliga út fyri trimum árum síðani við at seta á stovn eitt Umhvørvismálaráð, tí nú skuldi ferð setast á grøna orkuskiftið. Men har kom ikki so mikið sum ein vindmylla upp á teirra vakt.

Hetta má broytast. Vit skulu í mest møguligan mun framleiða okkara egnu orku.

 

Helgi Abrahamsen
valevni fyri Sambandsflokkin

Lýsing
Seinastu tíðindini
Tobbi um nýskipa­nar­nevndina
Spurnarkapping á Norð­lýsi­num í dag
Støðan í miðeystri ávirkar sendingar av…
Oljukreppa og vit eru ikki klár
Eg havi tikið avgerð
Hámarkið í barsils­skipan­ini skal hækkast…
Svenskur verjukendur leikari til miðvøll…
Robert Williams undir skurð
Ov langar bíðitíðir skaða bústaðarmarkna…
Norðoya Fólkafloks­felag hevur aðalfund h…
Skrúvuguds­tænasta í Christians­kirkjuni
Føsta í Sandavágs kirkju
Norðlýsið í RÚV
Sjálvandi skal fosturtøku­lógin broytast!
Tjóðveldi fyri seinastu ferð
Jannie er viljasterk, handlikraftig og r…
Tað skal verða lættari hjá borgarum við…
Afturbering av MVG (25%) til okkara ungd…
Bíðitíðin til útgreining skal styttast
Javnaðar­flokku­rin við reinum fólka­tingsl…