Lýsing
Lýsing
Lýsing

Javnaðarflokkurin við reinum fólkatingslista

SKRIVAÐ: Javnaðarflokkurin  |  09.03.2026 - 20:10 Politikkur Tíðindaskriv

Tað góða arbeiðið má ikki steðga nú. Tað sigur Javnaðarflokkurin, sum satsar uppá at endurvinna sessin á Fólkatingi við serstøkum lista

 

 

Farnu árini hava Føroyar fingið nógv størri gagn av fólkatingssessinum enn áður.

 

Orsøkin er einføld:

 

Javnaðarflokkurin gjørdi sum fyrsti flokkur av, at sessurin skal røkjast fulla tíð. Og hann skal ikki brúkast til partapolitiskt klandur, men til at fáa ítøkilig úrslit fyri Føroyar. Ikki bara fyri politisku skipanina, men eisini fyri okkara vinnu og mentan.

 

Og so skal hesin pallurin brúkast til at umboða føroysk áhugamal og føroysk virði í breiðastu merking.

 

Á hesum grundarlag eru úrslit fingin, sum tey flestu fegnast um.

 

Vit vilja, at hetta góða arbeiði skal halda fram.

 

Í øðrum flokkum stilla fólk upp, sum bæði vilja veljast á Løgting og á Fólkating. Veljarin veit als ikki hvat hann fær, um hann velur hesar flokkar á fólkatingsvalinum.

 

Hinir flokkarnir raðfesta sostatt als ikki fólkatingssessin. Og teir møguleikar, sessurin gevur, fara ikki at verða nýttir til fulnar, um teimum eydnast at troðka Javnaðarflokkin burtur.

 

Men vit skulu ikki aftur til tíðina, tá fólkatingssessurin bara var vinstrahondsarbeiði. Hetta er ein pallur, sum okkum stendur í boði – og hann skal nýtast til fulnar so leingi, vita hava hann!  

 

Til tess at tryggja, at tann góða kósin verður hildin, hevur Javnaðarflokkurin tí gjørt ein lista við fólki, sum bara stilla upp til fólkatingsvalið.

 

Fólkini eru ymisk, men øll standa á somu grund og geva sama lyfti: Verða tey vald á Fólkating, fara tey at starvast á Fólkatingi – fulla tíð.

 

Tað, tú velur tann 24. mars, verður eisini tað, tú fært!   

 

Eingin annar flokkur kann geva hetta lyftið.

 

Við hesum biður flokkurin um fólksins álit til at føra somu kós í fýra ár afturat.

 

Hesi eru á listanum:

 

Artur Johansen, Birna Heinsen, Heini Kristiansen, Kim Durhuus, Ólavur Larsen, Óli Jákup Jacobsen, Signild V. Johannesen, Sjúrður Skaale og Sólfríð Bech Hamerfoss.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Javnaðar­flokku­rin við reinum fólka­tingsl…
Strika gjaldið á tóm hús
Verður hetta nú ein farin sjón?
Veðrið í februar 2026
Harðskapu­rin mótvegis okkara børnum skal…
Løgtingsvalið 2026
KVF: Ongir sjónvarpaðir valfundir kring…
Sjey stilla upp til fólka­tingsvalið fyri…
Ongin ognarskattur í stevnuni hjá Sjálvs…
Øll hava rætt til virðiliga pensjón
Sálarfrøðin og Løgtings­fólk
Politikarar­nir eru forðingin fyri lægri…
Frá Klaksvíkar Handverkara­felag
Eg stilli upp
Tobbi greinar politisku støðuna
Norðlýsið í RÚV
Barnakekk á 20.000 kr. – skattafrítt!
Norskur prædiku­maður vitjar Elim í Sølda…
Veðrið í vikuni
KÍ var sannfør­andi í Sørvági