Lýsing
Lýsing
Lýsing
Dronumynd tikin á Sornfelli um morgunin 20. februar 2026. Tað var kalt hjá myndatakaranum at standa og taka myndir har uppi, men hann sigur, tað var tað heila vert. | Mynd: Harald Bjørgvin

Veðrið í februar 2026

SKRIVAÐ: Turið Poulsen, Veðurstova Føroya  |  09.03.2026 - 17:00 Tíðindi Veðrið

Februar 2026 fór um sýn fyri góðari viku síðan. Her er eitt sindur um, hvussu hann royndist til veður.

Februar byrjaði við veðrinum, sum januar slepti. Eystanvindurin, ið eyðmerkti seinnu helvt av januar, helt fram hálva aðru viku inn í februar. Hetta komst av, at lágtrýst hava konsekvent ligið í útsynning úr Føroyum, ímeðan hátrýst hava ligið í landnyrðing úr Føroyum, sum mynd 2 vísur. Av tí at luft melur ímóti klokkuni runt um lágtrýst og við klokkuni runt um hátrýst, hava hesi drigið kalda luft ímillum sín eystaneftir ímóti Føroyum. Máldi hitin á veðurmastrini uttan fyri Veðurstovu Føroya í Tórshavn lá ímillum 1,4°C og 7,5°C hesar dagarnar; í miðal 5°C.

Støðukort tann 5. februar 2026 kl. 00:00 UTC. Eitt lágtrýst liggur vestan fyri Bretland, og eitt hátrýst liggur í Norskahavinum. Hesi draga kalda luft eystaneftir ímóti Føroyum. Kelda: Deutcher Wetterdienst.

Tann 11. februar fór eitt lágtrýst tvørtur um Bretland vestaneftir, sum veðurkortið á mynd 3 vísir. Næstu dagarnar lógu lágtrýst sum heild í økinum eystan fyri Føroyar fram til síðstu vikuna í mánaðinum. Hetta hevði við sær, at vit fingu eitt kalt høgættarrák í hálva aðru viku, serliga av útnyrðingi. Máldi hitin í Havn lá hesar dagarnar ímillum -3,4°C og 4,6°C; í miðal 1°C.

Støðukort 12. februar 2026 kl. 00:00 UTC. Eitt lágtrýst er á veg eystureftir tvørtur um Bretland, ið næstu dagarnar hevði við sær eitt kalt høgættarrák yvir Føroyar. Kelda: Deutcher Wetterdienst.

Veðrið síðstu vikuna í februar var meira umleypandi við vindi bæði frá eystri og vestri. Hetta var eisini vikan í mánaðinum, har mátingarnar í Tórshavn máldu einasta stormin, t.v.s. vindferðin var oman fyri 20,8 m/s. Stormurin kom frá einari kuldabrúgv, ið fór tvørtur um Føroyar vestaneftir mikunáttina 25. februar, sum veðurkortið á mynd 4 vísir. Mesta málda vindferðin í Havn var beint eftir midnátt: 23,3 m/s av útsynningi vestri.

Støðukort 25. februar 2026 kl. 00:00 UTC. Ein kuldabrúgv úr einum lágtrýsti norðanfyri er yvir Føroyum, ið hevði við sær einasta stormin í Havn februar. Kelda: Deutcher Wetterdienst.

Mynd 5 niðanfyri vísir eina vindrósu fyri tey trý omanfyristandandi tíðarskeiðini. Her sæst týðiligt, at eysturættin setti dám á fyrru hálvu aðru vikuna, høgættin setti dám á seinnu hálva aðru  vikuna, meðan síðsta vikan var meira umleypandi.

Vindrósir fyri málda vindin uttan fyri Veðurstovu Føroya í Havn fyrstu hálvu aðru viku í februar mánaða (ovast til vinstru), aðru hálvu aðru viku í februar mánaða (ovast til høgru), síðstu vikuna í februar mánaða (niðast til vinstru) og samlað allan februar mánaðan (niðast til høgru). Dátukelda: Veðurstova Føroyar.

 

Nøkur hagtøl fyri mátingarnar allan februar eru víst í talvu 1. Í stuttum kann sigast, at miðalhitin, miðal vindferðin og samlaða avfallið vóru øll minni í 2026 samanborið við ein miðal februarmánaða, sí

https://drive.google.com/file/d/1V9zIqQQJUgqFFc_a0wBuDxQWS0Hm1Ang/view.

 

Hagtøl februar 2026 fyri hita, vind og regn uttan fyri Veðurstovu Føroya í Tórshavn. Dátukelda: Veðurstova Føroya.

Í hesi grein hevur serliga verið fokus á mátingar uttan fyri Veðurstovuna í Tórshavn, m.a. tí at her hava vit flestu mátingar yvir longri tíðarskeið at samanbera við. Men Veðurstova Føroyar hevur í alt fimm veðurstøðir kring landið. Veðrið er ofta ymiskt frá staði til stað. Mynd 5 og 6 niðanfyri vísa málda vindin og hitan á øllum okkara veðurstøðum fyri allan februar mánaðan. Fyri nærri lýsing av veðrinum á hesum støðunum ber til at fara inn á veðursavnið hjá okkum, sí

https://www.vedur.fo/fo/vedursavn

 

Mátaða vindferðin í februar 2026 á fimm veðurstøðunum kring landið. Dátukelda: Veðurstova Føroya.

 

Mátaði hitin í februar 2026 á fimm veðurstøðunum kring landið. Dátukelda: Veðurstova Føroya.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Strika gjaldið á tóm hús
Verður hetta nú ein farin sjón?
Veðrið í februar 2026
Harðskapu­rin mótvegis okkara børnum skal…
Løgtingsvalið 2026
KVF: Ongir sjónvarpaðir valfundir kring…
Sjey stilla upp til fólka­tingsvalið fyri…
Ongin ognarskattur í stevnuni hjá Sjálvs…
Øll hava rætt til virðiliga pensjón
Sálarfrøðin og Løgtings­fólk
Politikarar­nir eru forðingin fyri lægri…
Frá Klaksvíkar Handverkara­felag
Eg stilli upp
Tobbi greinar politisku støðuna
Norðlýsið í RÚV
Barnakekk á 20.000 kr. – skattafrítt!
Norskur prædiku­maður vitjar Elim í Sølda…
Veðrið í vikuni
KÍ var sannfør­andi í Sørvági
Eg eri klárur til valstríð og havi eina…