Lýsing
Lýsing
Lýsing

Barnakekk á 20.000 kr. – skattafrítt!

SKRIVAÐ: Beinir Johannesen  |  09.03.2026 - 05:55 Politikkur Tíðindaskriv

Tað vil Fólkaflokkurin geva øllum teimum, ið fáa eitt barn. Soleiðis verður tað lættari og tryggari at vera familja í Føroyum.

 

Vit skulu altíð stremba eftir, at tað er fíggjarliga lættari at vera og seta á stovn familju. Tí vilja vit geva ein barnakekk á 20.000 kr. skattafrítt úr barsilsgrunninum. Tað gevur barninum og familjuni eina góða byrjan uppá tilveruna.

So er spurningurin – hvussu verður tað fíggjað?

Seinastu tvey árini hevur barsilsgrunnurin havt avlop á knapt 40 mió. kr. hvørt ár. Okkara uppskot kostar 12 mió. kr. So hetta hava vit væl og virðiliga ráð til.

Sjálvandi skulu vit heldur lata familjunum ein part av yvirskotinum í barsilsgrunninum, heldur enn at samla pengar upp í grunninum.

Við barnakekkinum geva vit familjum og Føroyum eina betri og tryggari framtíð.

 

Beinir Johannesen, formaður Fólkafloksins

Lýsing
Seinastu tíðindini
Strika gjaldið á tóm hús
Verður hetta nú ein farin sjón?
Veðrið í februar 2026
Harðskapu­rin mótvegis okkara børnum skal…
Løgtingsvalið 2026
KVF: Ongir sjónvarpaðir valfundir kring…
Sjey stilla upp til fólka­tingsvalið fyri…
Ongin ognarskattur í stevnuni hjá Sjálvs…
Øll hava rætt til virðiliga pensjón
Sálarfrøðin og Løgtings­fólk
Politikarar­nir eru forðingin fyri lægri…
Frá Klaksvíkar Handverkara­felag
Eg stilli upp
Tobbi greinar politisku støðuna
Norðlýsið í RÚV
Barnakekk á 20.000 kr. – skattafrítt!
Norskur prædiku­maður vitjar Elim í Sølda…
Veðrið í vikuni
KÍ var sannfør­andi í Sørvági
Eg eri klárur til valstríð og havi eina…