Øll hava rætt til virðiliga pensjón
Mótrokningin av eftirlønini skal avtakast. Tað gevur onga meining at taka pengar frá fólki, sum sjálvi hava stríðst alt lívið fyri at tjena til eina pensjón. Vit skulu heldur eggja til at tey ið tíma og orka, sjálv kunnu skipa hvussu tey arbeiða, so leingi tey ynskja tað.
Vit vita at búskapir broytast og tíðinar skifta. Tí muga vit ONGANTÍÐ enda í einari støðu, har 70+ ára gomul enn hanga í teirra størvum, sum oftast almennum størvum, meðan fólk í bestum árum ganga arbeiðsleys. Somuleiðis vilja tað altíð verða nøkur sum eru troytt og slitin, tey hava havt eitt langt og hart arbeiðslív. Tað er sostatt vælskiljandi at hesi ynskja at fara á pensjón. Tí skulu vit ikki hækka pensjónaldurin meira enn neyðugt.
Fólk sum hava arbeitt alt teirra lív, og goldið inn til sína egnu pensjón. Tey skulu kunna at njóta hana, meðan tey enn hava orkuna til tað. Tí um pensjóns aldurin verður hækkaður, so verður tíðin ikki bara tikin frá teimum eldru, tað gongur veruliga eisini út yvir børnini.
Tí er tað nakað sum børnini ELSKA, so er tað at brúka tíð saman við ommum og abbum!
X við B
X við Hans Kári Hansen
Kanning hjá Lóður ið vísur fíggarstøðuna hjá ymsu aldursbólkunum, tað eru tey ungu sum stríðast.