Lýsing
Lýsing
Lýsing

KÍ var sannførandi í Sørvági

SKRIVAÐ: Jákup Ósá - Myndir: Oliver Joensen  |  08.03.2026 - 17:19 Ítrottur Tíðindi

Myndarøð og dystarfrásøgn:

KÍ spældi sín besta dyst í ár, venjingardystir og stórsteypadyst íroknað, í Sørvági í dag.

Tað var einvegis ferðsla, og hóast KÍ hevði eitt sindur torført við at skapa møguleikar fyrstu løtuna, so broyttist tað so skjótt sum KÍ kom á odda við tveimum málum. KÍ kundi havt verið á odda meir enn 2-0 í hálvleikinum. Í seinna hálvleik byrjaði KÍ sum eitt ódnarveður og skoraði trý mál fyrstu sjey minuttirnar av seinna hálvleiki. Hallur Hansson var skaddur, og tað gjørdi, at KÍ spældi meira álopskent, tí tað er eingin ivi um, at Hallur er nógv best egnaður til toppdystir og altjóða dystir, meðan aðrir meira skapandi leikarar rigga betri til dystir móti botn 5 liðum, tá KÍ hevur nógv lættari við at stýra dystum. Oussama Ali og Patrik Johannesen gjørdu miðvøllin meira álopskendan og hóttandi og teir vóru eisini við í flestu av málunum.

 


Álopskent og spælitíð til ungar leikarar

Til dystir móti botn 5 liðum siðstu árini hevur KÍ ofta spælt keðiligan fótbólt og ikki verið serliga ágangandi, nøgdir – ov nøgdir – við bara at vinna. Fótbóltsprát hjá KVF, sum viðhvørt hevur jaliga ávirkan á KÍ við at hjálpa at rætta kumpassina, tá hon fer heilt av kós, hevur víst á hetta nýliga eins og víst hevur verið á, at hópurin skal brúkast meir og at yngru leikararnir fáa meira spælitíð. Um tað var hetta sum hevði ávirkan skal verða ósagt, men í dag sóu vit í øllum førum tað, sum viðmerkjarar og KÍ-viðhaldsfólk ynskja at síggja frá KÍ. At spælt verður fyri at undirhalda og leypa á, eisini tá dysturin er avgjørdur, og so at geva yngri leikarunum og lokalum leikarum møguleikan, tá dystirnir eru avgjørdir. Í dag fingu Jákup N. Vilhelmsen, Dávid Reynheim og Jonn Johannesen tí nógva spælitíð í seinna hálvleiki, har Dávid var eyðsýndur og fleiri ferðir nær við at skora.

 


Nú kemur styrkisroyndin

Sigast skal, at mótstøðan hjá KÍ var lítil og besti leikarin hjá 07 Vestur í 5-1 tapinum var danski málverjin. Tí er torført at meta um, hvussu nógv skal leggjast í hendan dystin. Heldur eigur dysturin komandi sunnudag at verða fyrsta stóra styrkisroyndin, tá NSÍ vitjar KÍ. NSÍ vann á Víkingi og ætlar sær eins og KÍ at kappast um FM í 2026.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Verður hetta nú ein farin sjón?
Veðrið í februar 2026
Harðskapu­rin mótvegis okkara børnum skal…
Løgtingsvalið 2026
KVF: Ongir sjónvarpaðir valfundir kring…
Sjey stilla upp til fólka­tingsvalið fyri…
Ongin ognarskattur í stevnuni hjá Sjálvs…
Øll hava rætt til virðiliga pensjón
Sálarfrøðin og Løgtings­fólk
Politikarar­nir eru forðingin fyri lægri…
Frá Klaksvíkar Handverkara­felag
Eg stilli upp
Tobbi greinar politisku støðuna
Norðlýsið í RÚV
Barnakekk á 20.000 kr. – skattafrítt!
Norskur prædiku­maður vitjar Elim í Sølda…
Veðrið í vikuni
KÍ var sannfør­andi í Sørvági
Eg eri klárur til valstríð og havi eina…
Nevndin í Klaksvíkar Sjónleikara­felag he…