Lýsing
Lýsing
Lýsing

Eg stilli upp

SKRIVAÐ: Sámal Hanni Lognberg  |  09.03.2026 - 09:10 Politikkur Tíðindaskriv

Eg eiti Sámal Hanni Lognberg, eri 49 ára gamal familjumaður, giftur við míni dreymakvinnu, og saman eru vit signað við seks børnum og nú eisini fýra deiligum barnabørnum

 

 


Í meira en 20 ár var eg handilsmaður í Skopun, áðrenn eg í fjør fór í starv sum sølumaður hjá Føroya Tele.

Saman við konuni havi eg eisini eina evangeliska tænastu, har vit ferðast kring landið og á netinum við okkara sangi og boðskapi.

Eg havi valt at stilla upp í politikki, tí eg ynski at gera ein mun fyri ta føroysku familjuna. Frá tí minsta barninum til tey elstu í samfelagnum.

At síggja menniskju trívast og hava tað gott er grundarlagið undir tí, eg brenni fyri. Familjan er hornasteinurin undir okkara samfelagi. Hon skal styrkjast, ikki tyngjast við fleiri byrðum og meira trýsti.

Føroyar skulu vera eitt land, sum ikki bara fylgir við streyminum og ger sum øll hini, men eitt land, sum torir at ganga egnar leiðir og velja loysnir, sum tæna Føroyum best. 

Her eru nøkur av mínum hjartamálum:

  • Rætturin til lívið skal tryggjast við lóg og fría fosturtøkulógin skal ikki setast í gildi. 
  • Familjan skal hava góð og trygg kor. Pengarnir skulu fylgja barninum, og hjún skulu hava møguleika at samskattast.
  • Føroyar skulu hava ein greiðan og ábyrgdarfullan útlendingapolitikk. Tað merkir nei til moskur í Føroyum, og talið av innflytarum skal lækkast. Tað skal vera greitt eftirlit við, hvør sleppur inn í landið.
  • Allir føroyingar skulu hava rætt til viðgerðartrygd í heilsuverkinum.
  • Eykarokningin, sum okkara sjómenn fingu frá sitandi samgongu, skal strikast.

Eg stilli upp, tí eg trúgvi upp á Føroyar.

Eg trúgvi upp á familjuna.

Og eg trúgvi upp á, at vit saman kunnu skapa eitt tryggari og sterkari samfelag.

Eg stilli upp fyri Miðflokkin og um hesi áhugamál eisini eru týdningarmikil fyri teg, kanst tú trygt seta x á tín atkvøðuseðil fyri mær.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Oliver Tree á G!
90-ini í føroyskari telving
Skúlin er opin mikukvøldið 11. mars kl.…
Samgongumøguleikar - hvussu nógvir og hv…
2025 var avbjóðandi á fíggjarmarknaðinum
Hetta vita vit um nýggja KÍ-leikaran
Bæði 2. og 3. virðisløn á SkúlaFM
Eg eri valevni hjá Sambands­flokki­num til…
Sakaris á G!
Gott úrslit fyri 2025
Tobbi um nýskipa­nar­nevndina
Spurnarkapping á Norð­lýsi­num í dag
Støðan í miðeystri ávirkar sendingar av…
Oljukreppa og vit eru ikki klár
Eg havi tikið avgerð
Hámarkið í barsils­skipan­ini skal hækkast…
Svenskur verjukendur leikari til miðvøll…
Robert Williams undir skurð
Ov langar bíðitíðir skaða bústaðarmarkna…
Norðoya Fólkafloks­felag hevur aðalfund h…