Lýsing
Lýsing
Lýsing

2025 var avbjóðandi á fíggjarmarknaðinum

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  10.03.2026 - 14:46 Tíðindi Vinna

Í 2025 var gongdin í næstan øllum íløgubólkum nøktandi.

 

 

Verri gekst tó við altjóða partabrøvum, og av tí at hesin parturin er tann størsti, ávirkaði hann avkastið neiligt í 2025.

LÍV verður samanborið við danskar eftirlønarkassar. Ein fortreyt fyri hesi samanbering er, at íløgusamansetingin hjá LÍV og donsku eftirlønarfeløgunum líkist. Tí fór LÍV fyri trimum árum síðani undir at dagføra íløguøkið, har útgangsstøðið fyri samanbering var tikið í einum kunda við miðalváða og meira enn 15 árum eftir til eftirlønaraldur.

Um hugt verður at heildini, fluttu hesar broytingar úrslitið rætta vegin – serliga í 2024, tá ið avkastið hjá einum kunda við miðal váða var oman fyri 10%. Men í 2025 var gongdin í altjóða partabrøvum verri – millum annað tí at amerikanski dollarin viknaði lutfalsliga nógv. Tað ávirkaði avkastið í fjør, sum bleiv 1,77% fyri ein kunda við miðal váða. Tað er ikki nøktandi.

LÍV eftirmetir mánaðarliga avkastið, og tí kemur avkastið í 2025 ikki óvart á felagið. Hendan vitanin hevur havt við sær, at LÍV hevur gjørt broytingar í íløgusamansetingini. M.a. er samansetingin í íløgubólkinum High Yield (virkislánsbrøv) broytt og tað hevði við sær, at LÍV í 2025 harafturat fór at keypa passivar íløgugrunnar (index-fondar), sum fylgja marknaðinum, sum eisini partvís avdekka amerikanska gjaldoyraváðan.

 

Íløgur í fastogn

Seinastu árini hevur LÍV eisini gjørt íløgur í sokallaðar alternativar íløgur Eitt nú í fastognir ella “Private Equity”. Sum einasta eftirlønarfelag í Føroyum byggir LÍV leiguíbúðir, men tað tekur langa tíð at fáa gongd á hetta slagið av íløgum, og tí raka tær altíð avkastið í byrjanini. Felagið hevur ein málsetning um at hava bygd umleið 100 leiguíbúðir fram til summarið 2027.

Væntandi eru 64 útleigaðar í september 2026, meðan 22, sum eru bygdar saman við Bústøðum, hava verið á marknaðinum í eitt gott ár.

Men hesar íløgurnar tryggja virðisøking á eftirlønaruppsparingunum í longdini og gagna føroyska samfelagnum, og tí fegnast LÍV um at vera virkin partur av føroyska bústaðarmarknaðinum.

 

Grundleggjandi munir

Gongdin í útvaldum íløgugrunnum í altjóða partabrøvum hevur ikki verið so góð, sum LÍV hevði væntað, og tað hevði við sær, at LÍV í 2025 harafturat fór at keypa passivar íløgugrunnar, sum fylgja marknaðinum.

Men nakrir munir eru millum LÍV og donsku kappingarneytarnar. Tað vísir eftirmetingin í 2025 og árunum frammanundan.

Ein munur er, at donsku feløgini tryggja seg móti gjaldoyraváðanum í amerikanska dollaranum. Hendan leistin hevur LÍV ikki brúkt, tí hann hevur ein innbygdan kostnað. Fyrra hálvár 2025 merkti tað ein mun í avkastinum upp á 2,9%, samanborið við eitt felag, sum hevur tryggjað seg móti gjaldoyraváðanum.

Ein annar munur er, at íløgurnar hjá LÍV ikki hava verið so nógv knýttar at M7-tøknipartabrøvunum. M7 stendur fyri the

“Magnificent 7” og eru partabrøv í amerikonsku tøknifyritøkunum Alphabet, Amazon, Apple, Meta, Microsoft, Nvidia og Tesla, sum høvdu óvanliga stór avkøst í 2025.

Hesi partabrøvini hava høgan váða, tí íløgurnar eru savnaðar á fáum fyritøkum. Tær eru meira enn ein triðingur av S&P 500-indeksinum, og um virðið á teimum minkar, kann tað raka hart.

Samanumtikið má staðfestast, at árið 2025 ikki var nøktandi, men LÍV arbeiðir áhaldandi fyri at vera kappingarført við donsk eftirlønarfeløg, tá ið tað kemur til avkast og kostnað.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Børn fylla nógv í valskránni hjá Fólkafl…
Lat okkum gera valið til eitt náttúru- o…
Oliver Tree á G!
90-ini í føroyskari telving
Skúlin er opin mikukvøldið 11. mars kl.…
Samgongumøguleikar - hvussu nógvir og hv…
2025 var avbjóðandi á fíggjarmarknaðinum
Hetta vita vit um nýggja KÍ-leikaran
Bæði 2. og 3. virðisløn á SkúlaFM
Eg eri valevni hjá Sambands­flokki­num til…
Sakaris á G!
Gott úrslit fyri 2025
Tobbi um nýskipa­nar­nevndina
Spurnarkapping á Norð­lýsi­num í dag
Støðan í miðeystri ávirkar sendingar av…
Oljukreppa og vit eru ikki klár
Eg havi tikið avgerð
Hámarkið í barsils­skipan­ini skal hækkast…
Svenskur verjukendur leikari til miðvøll…
Robert Williams undir skurð