Lýsing
Lýsing
Lýsing

Harðskapurin mótvegis okkara børnum skal steðgast!

SKRIVAÐ: Steffan Klein Poulsen  |  09.03.2026 - 16:24 Politikkur Tíðindaskriv

Vit hoyra alt ov ofta um rættarmál, sum snúgva seg um kynsligan ágang í Føroya rætti. Eisini ímóti okkara børnum. Og tá ið so dómarnir einaferð verða feldir, so tykist revsingin at vera alt ov lin.

 

Hagtøl hjá Føroya Politi vísa púra greitt, at mál um barnaporno og kynsligt samband við børn undir 15 ár, eru skjótt vaksandi trupulleikar í Føroyum – frá 13 fráboðanum í 2020 til 109 fráboðanir í 2024!

Harafturat vísa hagtøl, at tað er vanligt at børn heilt niður í 6, 7 og 8 ár koma fram á groft pornografiskt tilfar á netinum. Samstundis bera føroyskir miðlar tíðindi um, at brotsmenn “grooma” børn á eitt nú væl dámda telduspælinum Roblox.

Hetta er alt grovur harðskapur ímóti okkara børnum!

Hesum vil eg steðga, saman við hinum í Miðflokkinum, m.a. við hesum ítøkiligu uppskotunum:

 

Tryggari internet til børn og ung

Aldursmark skal setast á sosialar miðlar og á porno og annan ágang á internetinum. Umframt hetta verða greiðar leiðbeiningar gjørdar til foreldrini, sum hava høvuðsábyrgd av sínum børnum.

 

Harðari revsing fyri kynsligan ágang

Kynsligur ágangur, serliga tann, ið er framdur ímóti børnum, skal revsast harðari. Harumframt skal Løgreglan fáa betri amboð, eitt nú talgild amboð, sum gera tað lættari at fanga brotsmenn sum “grooma” og gera seg inn á børn.

 

 

Steffan Klein Poulsen,

Valevni hjá Miðflokkinum

Lýsing
Seinastu tíðindini
Verður hetta nú ein farin sjón?
Veðrið í februar 2026
Harðskapu­rin mótvegis okkara børnum skal…
Løgtingsvalið 2026
KVF: Ongir sjónvarpaðir valfundir kring…
Sjey stilla upp til fólka­tingsvalið fyri…
Ongin ognarskattur í stevnuni hjá Sjálvs…
Øll hava rætt til virðiliga pensjón
Sálarfrøðin og Løgtings­fólk
Politikarar­nir eru forðingin fyri lægri…
Frá Klaksvíkar Handverkara­felag
Eg stilli upp
Tobbi greinar politisku støðuna
Norðlýsið í RÚV
Barnakekk á 20.000 kr. – skattafrítt!
Norskur prædiku­maður vitjar Elim í Sølda…
Veðrið í vikuni
KÍ var sannfør­andi í Sørvági
Eg eri klárur til valstríð og havi eina…
Nevndin í Klaksvíkar Sjónleikara­felag he…