Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: Hilda Sjúrðardóttir

Veðrið í vikuni

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  08.03.2026 - 17:45

Hann fer at liggja millum sunnan og vestan næstan alla tiðina hesa vikuna. Eitt lágtrýstøki er beint eystan fyri Kappan, og tað beinir slavna luft ímóti okkum. Hitalagið í Føroyum fer ikki at broytast tað stóra.

Týskvøldið fer at djúpt lágtrýst at nærkast Føroyum. Nógvur vindur fer at vera rundan um tað. Nógv regn eisini. Forsagnirnar hava verið eitt sindur ymiskar á máli, um lágtrýstið fer framvið norðan fyri Føroyar ella sunnanfyri – ella um tað fer beint tvørturum. Tað broytir veðrið sera nógv, hvar tað passerar okkum. Forsagnirnar í dag rokna við, at tað fer norðanfyri.

Veðrið í vikuni – dag fyri dag.

Mánadagin:

Lot til frískt lot av útsynningi, 3 til 8 m/s, smáskýggjað og turt. Um kvøldið gongur hann niður í sunnan og veksur upp í frískt lot til frískan vind, 5 til 10 m/s, skiftandi skýloft og ælaveður, í støðum vátakavi. Um náttina frískt lot til frískan vind av útsynningi, 5 til 10 m/s, samdrigið og regn ella ælaveður. Hitin 3 til 8 stig.

Týsdagin:

Frískt lot til frískan vind av útsynningi, 5 til 10 m/s, samdrigið og regn ella ælaveður. Út á fyrrapartin slítur í, og vindurin minkar niður í lot til frískt lot, 3 til 8 m/s. Seinnapartin gongur hann niður í sunnan. Út á kvøldið veksur vindurin upp í frískan vind upp í hvassan vind sunnan, 10 til 15 m/s, samdrigið og regn. Um náttina minkar vindurin niður í frískt til frískan vind, 5 til 10 m/s. Hitin 3 til 9 stig.

Mikudagin:

Strúkur í vindi upp í skrið av útsynningi, 13 til 18 m/s, samdrigið og regn, í støðum vátakavi. Seinnapartin gongur hann niður í sunnan. Um náttin fer hann aftur í útsynning og minkar vindin niður í frískan vind upp í strúk, 8 til 13 m/s, enn samdrigið og regn ella vátakavi. Hitin 3 til 7 stig.

Hósdagin:

Frískur vindur upp í strúk í vindi av útsynningi, 8 til 13 m/s, samdrigið og regn ella vátakavi. Um kvøldið gongur hann upp í vestan, og sum frá líður er ælaveður við regni ella vátakava. Hitin 2 til 6 stig.

Fríggjadagin:

Lot til frískt lot til av útsynningi, 3 til 8 m/s, hálvskýggjað og ælaveður. Um kvøldið gongur hann upp í norðan og veksur vindin upp í frískt lot til frískan vind, 5 til 10 m/s, skiftandi skýloft og kavaæl. Hitin úr 7 stigum um dagin niður í frostmarkið um náttina.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Verður hetta nú ein farin sjón?
Veðrið í februar 2026
Harðskapu­rin mótvegis okkara børnum skal…
Løgtingsvalið 2026
KVF: Ongir sjónvarpaðir valfundir kring…
Sjey stilla upp til fólka­tingsvalið fyri…
Ongin ognarskattur í stevnuni hjá Sjálvs…
Øll hava rætt til virðiliga pensjón
Sálarfrøðin og Løgtings­fólk
Politikarar­nir eru forðingin fyri lægri…
Frá Klaksvíkar Handverkara­felag
Eg stilli upp
Tobbi greinar politisku støðuna
Norðlýsið í RÚV
Barnakekk á 20.000 kr. – skattafrítt!
Norskur prædiku­maður vitjar Elim í Sølda…
Veðrið í vikuni
KÍ var sannfør­andi í Sørvági
Eg eri klárur til valstríð og havi eina…
Nevndin í Klaksvíkar Sjónleikara­felag he…