Lýsing
Lýsing
Lýsing
Í Bitanum í Tórshavn boðaði Sirið Stenberg, forkvinna, frá, at fólkatingsvalið 2026 verður tað seinasta fólkatingsvalið, Tjóðveldi bjóðar seg fram til. | Mynd: Tjóðveldi á Facebook

Tjóðveldi fyri seinastu ferð

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  10.03.2026 - 07:39 Politikkur Tíðindi

Fólkatingsvalið hin 24. mars 2026 verður tann seinasta ferðin, at Tjóðveldi bjóðar seg fram til Fólkating.

Tá Sirið Stenberg, forkvinna, í gjár í Bitanum í Tórshavn legði valskránna og fólkatings-valevnislistan hjá Tjóðveldi fram, var tað við orðunum ”[H]etta verður síðstu ferð, okur fara til fólkatingsval, so okur vilja ordiliga gjarna fara avstað fyri at sleppa niður á Fólkating at siga »Hetta var tað. Takk fyri okum. Okur sløkkja.«”

Útmeldingin fekk lógvabrestir frá teimum, ið komin vóru saman at lýða á.

Hervið vendir flokkurin aftur til røturnar; Tjóðveldisflokkurin hevði í mong ár eftir stovningina í 1948 sum prinsipp ikki at stilla upp til Fólkatingið. Í 1971 valdi flokkurin tó at stilla upp til Fólkatingið fyri fyrstu ferð, og fekk tá eisini mann valdan. Tað var Erlendur Patursson, sum 2 ferðir varð valdur inn og sat fram til 1977. 

Síðani gingu 24 ár, til Tjóðveldi endurvann sessin. Einans Høgni Hoydal og Erlendur Patursson hava verið valdir á Fólkating fyri Tjóðveldi(sflokkin), men fleiri ymisk varafólk hava røkt sessin í styttri ella longri tíðarskeið.

Tilsamans sjey fólk kappast um at gerast tað seinasta tjóðveldisumboðið á Fólkatingi - Liljan Weihe, Eirikur í Jákupsstovu, Sirið Stenberg, Hervør Pálsdóttir, Høgni Hoydal, Dennis Holm og Annika Olsen. 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Norðoya Fólkafloks­felag hevur aðalfund h…
Skrúvuguds­tænasta í Christians­kirkjuni
Føsta í Sandavágs kirkju
Norðlýsið í RÚV
Sjálvandi skal fosturtøku­lógin broytast!
Tjóðveldi fyri seinastu ferð
Jannie er viljasterk, handlikraftig og r…
Tað skal verða lættari hjá borgarum við…
Afturbering av MVG (25%) til okkara ungd…
Bíðitíðin til útgreining skal styttast
Javnaðar­flokku­rin við reinum fólka­tingsl…
Strika gjaldið á tóm hús
Verður hetta nú ein farin sjón?
Veðrið í februar 2026
Harðskapu­rin mótvegis okkara børnum skal…
Løgtingsvalið 2026
KVF: Ongir sjónvarpaðir valfundir kring…
Sjey stilla upp til fólka­tingsvalið fyri…
Ongin ognarskattur í stevnuni hjá Sjálvs…
Øll hava rætt til virðiliga pensjón