Ítróttarkirurgur á Klaksvíkar Sjúkrahúsi
Jón Martin Clementsen, ortopedkirurgur við sergrein innan ítróttarkirurgi, sum fevnir um skaðar í knøum, akslum og øðrum liðum, er nú fastur lækni á Klaksvíkar Sjúkrahúsi.
Jón hevur nomið sær læknaútbúgving í Danmark og hevur starvast á Regionshospitalet Silkeborg, Nykøbing Falster Sygehus, Hvidovre Hospitali og á Landssjúkrahúsinum. Eitt tíðarskeið var hann
eisini liðlækni hjá A-landsliðnum í fótbólti hjá Fótbóltssambandi Føroya.
Ítróttarkirurgi er eitt týdningarmikið serøki, og vit síggja alsamt fleiri ítróttarfólk – og eisini fólk við kropsliga krevjandi arbeiði – sum hava tørv á útgreining, viðgerð og ráðgeving í sambandi við ítróttarskaðar og aðrar líknandi skaðar.
Til dagligt kemur Jón at arbeiða tætt saman við fysioterapeutum, sjúkrarøktarfrøðingum, læknaskrivarum og øðrum fakbólkum á sjúkrahúsinum fyri at tryggja eina samanhangandi og góða viðgerð til sjúklingarnar.
Harumframt verður arbeiðið innan ortopedi samskipað tætt millum sjúkrahúsini, har ortopedarnir regluliga samskipa og sparra sínamillum. Samskipan og faklig sparring millum læknar í Sjúkrahúsverkinum er nú vorðin ein natúrligur partur av arbeiðinum, eftir at Sjúkrahúsverkið hevur fingið felags visitatión innan ortopedi (ein felags bíðilista). Ortopedi fevnir m.a. um mjødn, knæ, rygg, øksl, hond og fót.
Hetta merkir, at okkara dugnaligu ortopedar í Sjúkrahúsverkinum arbeiða út frá sama bíðilista. Við tvørgangandi samskipan og fakligari sparring arbeiða okkara læknar í Sjúkrahúsverkinum fram ímóti, at borgarar fáa eina góða og javna tænastu, óansæð hvar í landinum teir hava bústað.
Klaksvíkar Sjúkrahús ynskir Jóni hjartaliga vælkomnum og gleðir seg til samstarvið og til at menna tænastuna víðari saman