Lýsing
Lýsing
Lýsing
Regin Jacobsen á stjóraskrivstovuni á Glyvrum | Mynd: Jóhann Lützen

Eysturlund snýr seg um meira enn Havsbrún

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  11.03.2026 - 07:37 Tíðindi Vinna

Stjórin í Bakkafrosti heldur tað vera hugstoytandi, soleiðis sum myndugleikarnir í Føroyum mótarbeiða verkætlanini Eysturlund. Ikki bara hevði verkætlanin skundað undir grøna orkuskiftið, men Eysturlund hevði eisini hjálpt við at kunnað leverað brint og í aðru atløgu ammoniakk, sum kundi verið brúkt sum brennievni til skip og harvið erstattað nógv av oljuni, sum verður brúkt í dag, og ikki minst gjørt oxygenframleiðslu í Føroyum nógv bíligari.

 

Norðlýsið vitjaði hjá Bakkafrost á Glyrum herfyri. Ørindi okkara vóru at frætta um gongdina hjá alirisanum. Regin Jacobsen var sum vant sera væl upplagdur og greiddi frá við eldhuga um allan aktivitetin hjá Bakkafrost. Burturúr komu fleiri greinar, hetta er tann sjeynda og seinasta greinin á hesum sinni.

Vit ynsktu at frætta meira um Eysturlund. 

Regin Jacobsen, stjóri á Bakkafrosti, greiðir soleiðis frá um verkætlanina Eysturlund: – ”Eysturlund snýr seg fyrst og fremst um tungoljunýtsluna hjá Havsbrún, men tá ið vit framleiða streym og ikki hava ein tørv inni á Havsbrún, so skulu vit gera okkurt annað við streymin. Tá er ætlanin at framleiða tað til brint. Brintið skal gerast um til ammoniakk, og ammoniakkið kann brúkast til skipini, ið kunnu nýta ammoniakk sum brennievni.

Ammoniakk er flótandi og kann tí goymast í tangum. Og tá ið tú framleiðir brint, verður eitt av spillproduktunum oxygen. Í dag brúka vit el-kompressarar á øllum smoltstøðunum til at framleiða oxygen; tað ger man onga aðrastaðni í verðini. Alla aðra staðni fært tú flótandi oxygen leverað, og so tappar tú tað bara av. Tað gevur ein tryggari rakstur av smoltstøðunum. Okkara smoltstøðir brúka luftkompressarar og oxygengeneratorar til at framleiða oxygen burtur úr trykkluft. Ein triðingur av elnýtsluni á smoltstøðunum fer til at framleiða oxygen, men við Eysturlund hevði tað verið eitt spillprodukt.

Vit kunnu taka eina støð sum ta á Strond sum dømi: Strond stendur fyri ⅓ av smoltframleiðsluni hjá Bakkafrosti. Strond brúkar kanska fyri 40 milliónir krónur um árið í streymi. Tað eru 3 milliónir um mánaðin ella næstan ein millión um vikuna. Ein triðingur av tí fer so aftur til oxygenframleiðslu, men oxygen hevði tú fingið sum spillprodukt frá Eysturlund, tá Eysturlund framleiðir brint. Og Eysturlund er eitt ”stand-alone”-projekt, sum ikki nýtist at hava við nakað net at gera. 

Hvar fáa vit orkuna til skipini frá í framtíðini, bæði hjá okkum sjálvum og í princippinum hjá øðrum skipum eisini? Strandfaraskipini hava stuttar túrar og kunnu bunkra her um leiðir í Føroyum. Skip, sum fara langtúrar til til dømis Barentshavið kunnu illa nýta ammoniakk frá okkum, men skipini, sum sigla innanhýsis í Føroyum fara í framtíðini ikki at sigla upp á olju, men upp á onkra sovorðna alternativa orkukeldu so sum ammoniakk”, sigur Regin Jacobsen.

 

Eitt lortaskjal

Bakkafrost-stjórin heldur fram: – ”Sjálvur haldi eg tað vera stak áhugavert, um vit í Føroyum fara at kunna framleiða okkara egnu orku at koma í staðin fyri olju. Vatnið hevur verið ein orkukelda í mong ár, og vindur í nøkur ár, men oljan verður innflutt. Á sama hátt sum vit framleiða rogn í Føroyum – rognini eru okkara, og vit hava fult tamarhald á teimum – so haldi eg tað hevði verið veldugt, um vit eisini kundu framleitt okkara egnu orku. Vit innflyta fyri milliardir av brennievni, og um vit kundu framleitt her, hevði tað verið ómetaliga kveikjandi og spennandi.

Tað undrar meg stórliga, at eitt átak sum Eysturlund skal hava møtt so nógvari mótstøðu. Eg væntaði, at myndugleikarnir fóru at taka ímóti tí sum einum góðum átaki, men politiski myndugleikin í Føroyum bakkar ikki vinnuna upp. Í staðin leggja politikararnir fótonglar fyri átøkum og hugskotum, sum eru góð fyri øll.

Á sinni, tá Magnus Rasmussen – av øllum! – var landsstýrismaður í vinnumálum, bleiv gjørt eitt semjuskjal, sum eg haldi var eitt lortaskjal. Har varð gjørd ein avtala millum kommunur og Landsstýrið um, hvussu man skuldi strukturera hetta í framtíðini, men tað gevur bara vánaligar, fastlæstar støður, har tú í roynd og veru ongan framburð fært í landinum, tí tú fastlæsir øll. Myndugleikarnir seta bólkar, sum krógva seg aftan fyri veggir, og sum ikki fyrihalda seg til, hvat vinnan ger og hvørjir møguleikar eru.

Tað er beinleiðis deprimerandi, at myndugleikarnir brúka orku til sovorðið. Vit hava samanlagt eitt gott samfelag í Føroyum við góðum skipanum, og kunnu gera tað enn betri við røttum avgerðum. Vónandi koma tær góðu avgerðirnar í Føroyum upp á eitt ella annað tíðspunkt”, sigur Regin Jacobsen, stjóri á Bakkafrosti, við Norðlýsið til seinast í samrøðuni.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Ítróttarkirurgur á Klaksvíkar Sjúkra­húsi…
Eysturlund snýr seg um meira enn Havsbrú…
”Hvat er signing Guds?” – Jákup N. Olsen…
Nýggj skip á veg, men føroyska flaggið e…
Raðfest pengarnar betur
Tað skal loysa seg at arbeiða … eisini u…
Føroya Symfoniorkestur spælir várkonsert…
Morgunsangur í Christians­kirkjuni
Búskaparligt haldføri – vit mugu taka áb…
  Duo Ruut á G!
Børn fylla nógv í valskránni hjá Fólkafl…
Lat okkum gera valið til eitt náttúru- o…
Oliver Tree á G!
90-ini í føroyskari telving
Skúlin er opin mikukvøldið 11. mars kl.…
Samgongumøguleikar - hvussu nógvir og hv…
2025 var avbjóðandi á fíggjarmarknaðinum
Hetta vita vit um nýggja KÍ-leikaran
Bæði 2. og 3. virðisløn á SkúlaFM
Eg eri valevni hjá Sambands­flokki­num til…