Lýsing
Lýsing
Duo Ruut á G!
Tvær röddir og eitt ljóðföri
Duo Ruut úr Estlandi er, sum navnið leggur upp til ein duo. Talan er um tvær kvinnur, sum á serligan hátt nærum eru flættaðar fullkomiliga saman, sum tónleikaligir siamesiskir tvíburar. Tær standa hvör sínu megin og spæla á eina og somu kannel (líkt eini hörpu), ið tær megna at fáa ljóð úr, sum var tað eitt heilt orkestur. Og tær syngja so væl saman, at tú hoyrir ikki hvar onnur byrjar og hin endar. Tónleikurin er grundaður í estiskum upprunatónleiki, men ljóðið er frískligt, og kundi fyri tað verið nýggjur poppur, framfördur akustiskt.
Gleði tykkum til at vera sogin inn í eina hypnotiska lötu saman við Duo Ruut, á G! 2026.
Seinastu tíðindini