Føroyar – eitt paradís fyri ung og barnafamiljur
Grundleggjandi er neyðugt at skipa okkara samfelag soleiðis, at hugurin at eiga børn økist. Rætturin til lív er sjálvsagdur
Hvussu?
Útrensl avspeglar innrensl.
Grundleggjandi er neyðugt at skipa okkara samfelag soleiðis, at hugurin at eiga børn økist. Rætturin til lív er sjálvsagdur.
Sjóneyka má setast á bústaðarmarknaðin. Áherðsla má leggjast á, at fáa til vega fleiri møguleikar og at kostnaðarstøðið lækkar. Eisini skulu lánimøguleikarnir til bústað uttanfyri miðstaðarøki betrast.
Setrið eigur at leggja seg eftir at bjóða út fleiri lestrarmøguleikar her heima.
Tí vit hava grundleggjandi góðar fortreytir fyri, at barnafamiljur trívast.
- familjubond eru tøtt
- trygt umhvørvi
Batar eru neyðugir:
- hjá teimum við serligum tørvi
- at lækka tollir og avgjøld á matvørum
Vel Miðflokkin – vit vilja virka fyri at gera tað liviligari hjá barnafamiljuni
Anna Margretha Otthamar
Valevni fyri Miðflokkin