Slóðbrótandi svartkjaftatrol fiskar framúr
Fyrstu royndirnar við Gannet3000 eru somikið góðar, at skiparin á Christian í Grótinum er sannførdur. - Hetta verður trolið, vit fara at brúka til svartkjaftafiskiskapin í føroyskum sjógvi, sigur Bogi Rasmussen
Tað eru eftirhondini nógv ár síðani, Vónin kom á marknaðin við svartkjaftatrolinum Gannet2300. Seinni kom Gannet2600, ein uppskalering av tí fyrra. Tølini siga, hvussu nógv trolið gapar – hvussu víða fremstu meskarnir røkka. Tað hevur týdning, tí uppsjóvarfiskur verður rikin aftur gjøgnum trolið og inn í bellin, áðrenn hann endar í posanum. Og tí ber til at brúka meskar, sum eru ávíkavist 64 metrar og 72 metrar stórir til at fiska svartkjaft, ið er umleið 30 sentimetrar til longdar.
Nú vildu vit gera eitt enn størri svartkjaftatrol, sigur Jógvan S. Jacobsen, søluleiðari á uppsjóvardeildini hjá Vónini, sum lýsir avbjóðingina soleiðis:
-Vit kundu ikki bara halda fram við at uppskalera verandi trol. Tað gevur stórar slakkar og buktir í leggirnar í fornetinum, serliga tá trolið verður koyrt út og tá tað verður hálað inn. Tá er lætt at fløkja kemur í.
Tí valdu tey at tekna fornetið av nýggjum. Í nýggja trolinum eru fremstu meskarnir 84 metrar og minka so líðandi aftureftir, og broytingar eru eisini gjørdar á høvuðlínuna og bróstlínurnar.
-Tú kann siga, at vit hava strammað rammuna á trolinum, so fornetið smalkar meira líðandi aftureftir enn í undanfarnum trolum, og hetta er óivað við til at gera trolið lættari togað, enn vit væntaðu, sigur Jógvan S. Jacobsen.
Jógvan S. Jacobsen, søluleiðari á uppisjóvardeildini
Spildurnýggja Gannet3000 trolið kom umborð 22. september. Við á fyrsta túrinum var eisini Jógvan S. Jacobsen frá Vónini.
Christian í Grótinum er stórt og væl útgjørt skip, og eingin trupulleiki var at fáa nýggja trolið á trumluna, hóast tað er størri enn gomlu trolini. Maskinorkan er 10.000 hestar, ríkiligt til at toga øll trol.
Fyrsta royndin
Christian í Grótinum setir kós eystureftir at leita eftir svartkjafti á Kantinum, sum er økið ytst við føroyska fiskimarkið. Skiparin ger av at brúka segl á høvuðlínuni fyrsta kastið. Tá trolið hevur sett seg í sjónum, er gapið um 200 metrar hædd og 300 metrar breidd. Veðrið er sera gott, lítil vindur og slætt.
-Fyrsta túrin testaðu vit ymiskt í mun til simuleringarnar av trolinum, og vit broyttu okkurt smávegis. Streymasjógvur kann gera, at trolið ikki altíð stendur so beint í sjónum, og tað justeraðu vit eisini eftir. Tað er púra vanligt í fiskiskapi av hesum slag, greiðir Bogi Rasmussen frá.
Góðar vónir
Á Vónini hava fyrstu royndirnar við Gannet3000 givið orsøk til optimismu.
-Vit hava sera góðar vónir til hetta trolið, ið kann gera svartkjaftafiskiskapin við Føroyar munandi meira effektivan, sigur Jógvan S. Jacobsen.
Á stóru framleiðsluhøllini hjá Vónini í Litava, har øll uppsjóvartrol og -posar verða framleidd, gera tey seg til reiðar at taka ímóti fleiri bíleggingum. Virkið er somikið effektivt, at tá tilfarið er komið á goymslu og framleiðslan upp í ferð, ber til at gera eitt svartkjaftatrol uppá tvær vikur. Síðani verður trolið sent til Vónina í Fuglafirði, har tað verður gjøgnumgingið niður í smálutir, áðrenn tað verður latið skipinum.
Eg vænti at størstu uppsjóvarskipini fara at liggja framvið fyrst. Marknaðurin fyri Gannet3000 er í fyrstu atløgu føroysku og íslendsku uppsjóvarskipini, men trolið kann gerast áhugavert fyri norsk skip eisini, um tey fara at fiska størri part av kvotuni í føroyskum sjógvi, sigur Jógvan S. Jacobsen.
Herfyri samdust strandalondini um at fylgja ICES-tilmælinum fyri svartkjaft, og harvið minkar heildarkvotan 41 prosent næsta ár. Tá kann fiskiskapurin í føroyskum sjógvi gerast enn meira tíðandi partur av samlaða svartkjaftafiskiskapinum.
Skiparin á Christian í Grótinum hevur longu tikið avgerð.
-Vit hava keypt Gannet3000, og eg rokni við at hetta verður trolið, vit koma at brúka í føroyskum sjógvi næstu árini, sigur Bogi Rasmussen.
