Lýsing
Lýsing
Lýsing

Hálvir sannleikar og heilar villleiðingar (3)

SKRIVAÐ: Magni Skaale  |  24.11.2025 - 16:30 Politikkur Tíðindaskriv

Eg má spyrja aftur: Hvussu skal løgtingið taka logiskar niðurstøður útfrá justeraðum sannleikum og beinleiðis villleiðingum?

 

 

Norsku reiðararnir sendu so eitt bræv til føroysku myndugleikarnar. Eitt bræv, sum ikki hevði komið fram fyri almenningin, um eg ikki legði tað út í einum lesarabrævi. Men føroysku myndugleikarnir hirdu ikki so frægt sum at at svara.

Stutt fyri ólavsøku sendu teir enn eitt bræv, hesuferð á enskum, men einki svar kom frá føroysku myndugleikunum. Føroya Løgting hevur einki fingið at vita um hetta brævið. Eg fari tí at vísa tykkum, hvat teir hava spurt um:

To: The Faroese Tax and Customs Authority and the Ministry of Finance

Dear Sir/Madam,

On behalf of the Norwegian Maritime Officers’ Association, the Norwegian Shipowners’ Association, and the Coastal Shipowners’ Association, we respectfully wish to raise a concern regarding recent changes in the taxation practices affecting Faroese seafarers and fishermen working aboard Norwegian vessels.

For many years, the Norwegian merchant and fishing fleets have been attractive workplaces for Faroese seafarers. The Norwegian maritime industry has greatly benefited from the high professional standards, strong seamanship, and solid work ethic represented by Faroese crew members. It is therefore with growing concern that we now observe a marked decline in interest for such positions—something that appears to correlate with changes in Faroese tax policy.

Our understanding is that the restructuring of the taxation model—currently applied to seafarers and fishermen employed on Norwegian vessels—has in practice weakened the competitiveness of these ships as workplaces for Faroese personnel. This not only affects individual seafarers, but also the long-standing cooperation and knowledge-sharing between our maritime communities.

We fully respect that tax policy is a sovereign national matter. At the same time, we would appreciate clarification on whether any assessments have been made regarding the impact of the current tax rules on the employment of Faroese seafarers in international shipping, and in particular aboard Norwegian vessels. Alternatively, we would welcome confirmation as to whether this development may be the unintended consequence of other policy changes.

 

Her spyrja teir, um skattaumleggingin, sum rakar bæði føroyingar, sum sigla í Norra, og norsk reiðarí, er ein óætlað avleiðing av skattaumskipanini.

Og her eru trinnir møguleikar. 

1.     Ruth er við vilja farin í víggj við eina vinarligt sinnaða tjóð. Veit Føroya Løgting av hesum? FAS fær allan skattin aftur frá monnunum undir FAS, men skattar føroyingar, sum starvast undir einum vinarliga sinnaðum landi, burtur frá tí landinum, og inn í DIS ella FAS. Og veit Føroya Løgting at flestu menn í Norra rindaðu skattin her heima. Hann fór í landskassan. Ikki aftur til reiðaríini undir FAS ella sum skattafrí nettoløn undir DIS

2.     Skattaumskipanin rakar ótilætlað norsk reiðarí, og má tí broytast, so tað ótilætlaða verður tikið burturúr

3.     Avleiðingin fyri norsku reiðaríini er ótilætlað, men verður ikki broytt, og tá eru vit komin aftur til punkt 1. Og so er spurningurin aftur. Ætlar Føroya Løgting í víggj við eina vinarligt sinnaða tjóð?

Og so er ein áhugaverdur spurningur aftrat. Hví svarar Ruth Vang Johan Dahl, at tað er eingin fráflyting, tá formaðurin í búskaparráðnum sigur beint øvugt? Hví telur Ruth fólk við, sum eru komin higar gjøgnum fast-track skipanina? Hetta er eisini ein hálvur sannleiki og full villleiðing. Og hetta kom eisini av tignarligasta talarastóli í landinum.

Hvussu ber tað til, at hálvir sannleikar og fullar villleiðingar aftur og aftur í skjótt tvey ár sleppa so ótarnaðar aftur við borðinum, samstundis sum landskassin missir skattainntøkur, tí fíggjarmálarásfrúan tvingar menn av landinum ella inn í aðrar skipanir, har eingin skattur kemur inn?

 

Magni Skaale
Formaður

Áhugafelagið Antares

Lýsing
Seinastu tíðindini
Hálvir sannleikar og heilar villleiðinga…
Tussj: Fleyr og Mjølnir í Challenge Cup
Sátt­mála­krøv­ini handaði
Fosturforeldra­felagið 25 ár: Vit ynskja…
Jóhan vil hava nýggja fiski­veiðuavtalu v…
Dalsenni 11.000 pund
Norðlýsið blaðið í gerð
Brynjar og Rógvi saman við lands­stýrisfó…
Jóla­trøini
Fakfelagssamstarvið spyr enn einaferð sa…
Mjølnir vann fjórða sigurin á rað
Veðrið í vikuni
Úrslitið frá lands­seyðasýning­ini 2025
Mjølnir á heimavølli næstu tíðina
Føroyar vunnu smálandakappingina
SÍ koppaði Mjølni
Hátíðarløta fyri Norðoya Listafelagi
Norðoya Gongufelag: Morguntúr kl. 8.00
Fosturforeldra­felagið 25 ár
Tobbi - okkara støða er framvegis púra g…