Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: Rúna W. Hansen

Veðrið í vikuni

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  23.11.2025 - 18:36 Tíðindi Veðrið

Eitt sindur av hvørjum veðri fara vit at fáa í vikuni, sum stendur fyri framman. Landnyrðingur í morgin, men so fer hann at ganga niður í útsynning og sunnan, og tað verður eitt sindur lýggjari. Ikki nógvur vindur, til komið er fram ímóti vikuskiftinum. Tá fara vit at hava upp í skrið, sum er upp ímóti 20 m/s. Í vikuskiftinum er minni vindur. Ælaveður so at siga hvønn dag, onkurtíð við vátakava. Miku- og fríggjanáttina samregn.

Fyrstu 3 dagarnar eru tað lítil lágtrýst og onkur hátrýstryggur, sum fara at mynda veðrið. Seinnapartin í vikuni fer eitt lágtrýst at dýpast heilt nógv, og at ganga ímillum Føroyar og Ísland. Vit fara at liggja eystan fyri miðjuna, har sum ættin er millum sunnan og útsynning, meðan tað verður nokkso ilsligt veður.  

Veðrið í vikuni – dag fyri dag:

Mánadagin:

Frískt lot til frískan vind norðan og av landnyrðingi, 5 til 10 m/s. Seinnapartin minkar hann vindin so við og við niður í eitt lítið lot av ymsum ættum, minni enn 5 m/s. Allan dagin hálv- ella smáskýggjað og ælaveður, í støðum vátakavi. Hitin millum frostmarkið og 6 stig.

Týsdagin:

Frískt lot til frískan vind av útsynningi 5 til 10 m/s, skýggjað og ælaveður, í støðum vátakavi. Um kvøldið veksur vindurin upp í frískan vind upp í strúk sunnan ella av útsynningi, 8 til 13 m/s, samdrigið og regn ella vátakavi. Hitin millum 2 og 7 stig.

Mikudagin:

Frískur vindur upp í strúk sunnan, 8 til 13 m/s Seinnapartin hækkandi upp í útnyrðing og minkandi vindur niður í frískt lot til frískan vind, 5 til 10 m/s. Fyrrapartin og seinnapartin skýggjað og regn, men út á kvøldið bert einstøk æl. Hitin millum 5 og 9 stig, um náttina niður móti frostmarkinum.

Hósdagin:

Frískur vindur upp í strúk eystan, 8 til 13 m/s, í støðum upp í hvassan vind, 15 m/s, samdrigið og regn ella vátakavi. Seinnapartin støkkur hann vesturum til útsynning. Um kvøldið gongur hann niður í sunnan og veksur vindin upp í frískan vind upp í hvassan vind, 10 til 15 m/s, skýggjað og ælaveður. Hitin millum 4 og 9 stig.

Fríggjadagin:

Frískur vindur upp í strúk sunnan, 8 til 13 m/s, sum frá líður fer vesturum og gongur upp í útnyrðing, skýggjað og ælaveður. Hitin millum 5 og 9 stig. Um kvøldið veksur hann upp í hvassan vind ella skrið, 15 til 20 m/s. Samdrigið og vátakavi ella kavi. Hitin millum frostmarkið og 5 stig.  

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Banna Brainrot
Tveir KÍ-leikarar á U17-lands­liðnum
Fólka­flokku­rin leggur fólka­tingsvalskrán…
Per Jacobsen helt grækarismessurøðuna
Heilsuverkið má raðfestast
Væleydnaður valfundur á TSK
Carsten Vagn-Hansen til minnis
Framsókn stillar bara upp til annað vali…
Nánd og NBH kanna størri samstarv á eldr…
- Hanus "hjá Nornas" vildi hava bóltin a…
Veit tú, hvussu ríkar Føroyar eru?
Ress Spa er valt sum eitt av “World’s Gr…
Tiltøk í vikuni
Tá ið eg fór at lesa til lærara
Beinir: - Fyrsta tíðin sum formaður var…
Familjan fyrst – eisini fyri vinnulívið.
Norðoya Javnaðar­felag hevur ein sterkan…
Lat pensjónistar arbeiða uttan mótroknin…
Paz á heimskendum lista hjá Time
Nei til moskur í Føroyum! (Føroyskt fram…