Lýsing
Lýsing
Lýsing

SÍ koppaði Mjølni

SKRIVAÐ: Flogbóltssamband Føroya  |  23.11.2025 - 08:52 Ítrottur Tíðindi

Eftir trilvandi byrjan upp á kappingina við tapum í fyrstu tveimum dystunum hevur SÍ fingið vind í seglini og vann í gjár 3-1 á Mjølni, sum undan dystinum hevði fult stigatal

 

Polestar-deildin:
SÍ – Mjølnir 3-1 (30-28, 25-19, 25-27, 25-22)

 

Liðini skiftust um at vera á odda í fyrsta setti, og tvær ferðir hevði Mjølnir settbólt, áðrenn SÍ megnaði at gera sær dælt av sínum fjórða settbólti og vinna settið 30-28.

Tvær røðir við fýra stigum frá 6-5 til 10-5 og 15-11 til 19-11 vóru avgerandi fyri annað sett, sum SÍ vann 25-19, áðrenn Mjølnir svaraði aftur og vann javna triðja settið 27-25. Mjølnir hevði fingið eina flúgvandi byrjan og legði seg á odda 6-1 og 11-5, men við seks stigum á rað fór SÍ framum 13-12 og spældi seg fram til tveir settbóltar, sum Mjølnir tó yvirlivdi og vann síðan settið 27-25.

Fjórða settið var næstan líka spennandi sum fyrsta og triðja. SÍ var betur fyrstu løtuna og legði seg á odda 9-5, men Mjølnir javnaði og fór framum 12-11. SÍ fór tó framumaftur 20-16, men aftur javnaði Mjølnir til 20-20 og 22-22, áðrenn SÍ vann teir síðstu tríggjar bóltarnar og settið 25-22.

Við sigrinum kom SÍ upp á liðina á Mjølni á stigatalvuni, har bæði hava 12 stig, men Mjølnir hevur tó spælt ein dyst færri. Veruligur spenningur er nú um tey tvey FM-finaluplássini, tí ÍF er við níggju stigum beint í hølunum á hinum báðum og hevur spælt tveir dystir færri enn Mjølnir og ein færri enn SÍ.

Kl. 16 í dag spæla Fleyr og Ternan í Havn.

 

Støðan í Polestar-deildini:

Lýsing
Seinastu tíðindini
Sjógvpumpu­skipan til Elverkið á Strond.…
Testovan Marin Malena letur upp
Er hetta 10'arin?
KÍ á ferð til Albir
Óli Mittún í uppskoti til heimsins besta…
Føroya Skjótasta Hálvmaraton í Klaksvík
Nær verður arbeitt við farstøð­ini?
Nevndin í FF hevur skipað seg
Húsaprísu­rin hækkaði 13% í 2025
Ein heilsan frá býráðs­húsinum
Ein tjóðarbyggjari og felags­maður er far…
Altjóða kapping í Íslandi
KÍ hevur ársaðalfund
Vit mugu styrkja eftirlitið og fáa tamar…
Jenis spyr um trúarsamfeløg í Føroyum
Ítróttafagnaður 2025 - Tilnevn­ingar til…
KS: Svøvnambulatoriið fingið nýtt starvs…
Norðsøki góð 15.000 pund
Tá hildu vit ondini!
Heygavegur stongdur