Tobbi - okkara støða er framvegis púra greið!
Vit í Norðoyar Tjóðveldisfelag hava verið og eru enn púra greið viðvíkjandi fiskivinnu-samstarvinum við Russland.
Eins og vit vístu á í grein á Norðlýsinum tann 22.08-2025, fegnast Norðoya Tjóðveldisfelag um fiskivinnusamstarvið við russar. Tað er skal ikki vera nakað ivamál um, at vit í Norðoya Tjóðveldisfelag ikki ynskja at sáttmálin við Russland blívur avtikin ella minkar. Tvørturímóti ynska vit, at landsins leiðarar miðvíst arbeiða fyri at styrkja og betra um okkara uttanlandasamstørv, so leingi grundarlag er fyri tí – eisini við Russland.
Haldførið í búskapinum verður ikki tryggjað einans við umleggingum og nýskipanum í landsrakstrinum.
Fiskivinnusamstarvið við Russland spælir ein týðandi leiklut í tí føroyska búðskapinum, og harvið eisini tí vælferð vit enn hava í Føroyum – serliga norðanfyri Hórisgøtu. At seta alt hetta í vanda, fyri at senda eitt súmbolpolitiskt signal til útheimin, vilja vit í Norðoya Tjóðveldisfelag staðiliga mótmæla, og er hetta ikki ein avgerð, sum vit vilja kenna okkum aftur í.
Nevndin í Norðoya Tjóðveldisfelag