Lýsing
Lýsing
Lýsing

Seyðahunda kapping í Saksunardali leygardagin

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  21.11.2025 - 12:00 Ítrottur Tíðindi

Sunda seyðahundafelag skipar fyri einari spennandi klassa 3 kapping, har 19 hundarluttaka, hetta vikuskiftið. Hetta er ein partur av FM-kvalifikatiónskappingunum til EM í Belgia og HM í Skotlandi í 2026.  4 teir fremstu sleppa til EM í Belgia, og 3 teir fremstusleppa til HM í Skotlandi. 

 

Í Sandavági varð kappast seinasta vikuskifti og vórðu nøkur óvæntað úrslit tá. Moss hjáTummasi Jacobsen fekk triðja pláss, ið gjørdi at munurin upp til fremsta plássið minkaði eittlítið sindur. Midge hjá Onnu Sofíu Fjallheim, ið lá á øðrum plássið, fekk einki stig hasuferðog Svan hjá Tóroddi Vang, ið frammanundan seinastu kapping einans hevði 3 stig, gjørdi eittordiligt hál við at verða nr. 2 og fekk 6 stig. Sostatt hevur hann nú 9 stig og er á einumdeildum 4. plássið. Gripur hjá Jónstein Petersen vann seinastu kapping og liggur núeinsamallur á øðrum plássi. 

FM støðan sær soleiðis út: 
Nr. 1 Moss við 25 stigum 
Nr. 2 Gripur við 19 stigum 
Nr. 3 Midge við 12 stigum 
Nr. 4 eru tríggjir javnir við 9 stigum, Kelly, Meg og Svan. 
 
Skráin fyri vikuskifti sær soleiðis út: 
 
Leygardagin 22. novembur verður kappast í klassa 3. 
Kl. 08:30 er vallar gjøgnumgongd. 
Kl. 09.00 byrjar klassi 3. 
 
Sunda seyðahundafelag takkar bóndanum í Saksunardali fyri, at lata økið til kappingina og fyri gott samstarv. Uttan tykkara stuðul hevði hetta ikki verið gjørligt. Øll eru vælkominat hyggja! 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Framsókn stillar bara upp til annað vali…
Nánd og NBH kanna størri samstarv á eldr…
- Hanus "hjá Nornas" vildi hava bóltin a…
Veit tú, hvussu ríkar Føroyar eru?
Ress Spa er valt sum eitt av “World’s Gr…
Tiltøk í vikuni
Tá ið eg fór at lesa til lærara
Beinir: - Fyrsta tíðin sum formaður var…
Familjan fyrst – eisini fyri vinnulívið.
Norðoya Javnaðar­felag hevur ein sterkan…
Lat pensjónistar arbeiða uttan mótroknin…
Paz á heimskendum lista hjá Time
Nei til moskur í Føroyum! (Føroyskt fram…
Valevnir og fótbóltsformenn vitja Norðlý…
Per Jacobsen heldur grækarismessurøðuna
Halda knøini til toppdystin sunnudagin?
Nei til muslimskan depil í Føroyum
Vármarknaður á Fossánesi
Føroyar – eitt paradís fyri ung og barna…
Beinrakin Búskapur