Lýsing
Lýsing
Lýsing

Sandoy og Suðuroy gerast kappingarneytar

SKRIVAÐ: Sámal Matras Kristiansen  |  22.11.2025 - 10:44 Lesarabrøv Politikkur

“Sandoyartunnilin bjargar Sandoynni”. Soleiðis skrivar Dennis Holm, løgtingsmaður og fyrrverandi landsstýrismaður í samferðslumálum í stuttum lesarabrævi 18. nov. Hann undirbyggir hetta við at vísa til fólkatalsvøksturin í Sandoynni, síðani Sandoyartunnilin kom.

 

 

 

Tankin er, at eftir sum Sandoyartunnilin hevur elvt til (fólkatals)vøkstur í Sandoynni, fer Suðuroyartunnilin eisini at elva til vøkstur í Suðuroynni. Hetta kann tykjast “logiskt”, men er ein ófullfíggjað niðurstøða.

Fyri tað fyrsta hevur frástøðan øgiliga nógv at siga. Leiðin úr Tórshavn til Sands er góðar 20 minuttir, meðan leiðin til Suðuroyar umvegis Djúpadal er frá knøppum 50 minuttum (Sandvík) upp til góðar 80 minuttir (Sumba). Til Tvøroyrar er talan um ein tíma - hvønn veg; til Vágs góðar 10 min. longri. Harumframt er vert at vísa á, at nógv stórbila- og trailarakoyring gjøgnum bæði Suðuroyar- og Sandoyartunnilin kann gera effektivu fartíðina væl drúgvari. Eg skrivaði fyrr í heyst tíðargreinina “Suðuroyartunnilin vendir Suðuroynna á høvdið” um týdningin av ferðatíðum til og frá Tórshavn.

Umframt hetta er neyðugt at vísa á, at Suðuroy og Sandoy beinleiðis verða kappingarneytar um búseting framyvir. Báðar oyggjar hava havt nógv tóm hús, og ein høvuðsorsøk til bráðfeingis vøksturin í Sandoynni hevur verið aktivering av bústøðum í oynni. Hetta fer eisini partvíst at henda í Suðuroynni, tá ein tunnil kemur - helst serliga í Sandvík og Hvalba.

Trupulleikin er framtíðar menningin. Eingin ivi er um, at vinnulívið í Suðuroynni fer at fáa tað munandi lættari, men fer hetta at elva til tilfyting? Um vit síggja eina alsamt størri sentralisering av attraktivum arbeiðsplássum í meginøkinum, fer tað at elva til eina framhaldandi miðsavning av búsetingini í Føroyum - við ella uttan Suðuroyartunli. Her fer Sandoyggin at verða upplagdur forstaður til Havnina, ímeðan Suðuroyggin snøgt sagt verður ov fjarskotin.

Fyri at illustrera hetta, vil eg vísa á effektina av Skálafjarðartunlinum, ið elvir til stóran vøkstur í sunnara parti av Eysturoynni. Mesta av hesum vøkstri er centrifugalmáttur úr Tórshavn, men partur av hesum stavar frá minkandi tilflyting til norðara part av Eysturoy og Streymoy. Sundalagið hevur leingi havt stóra tilflyting, men við Eysuroyar- og Sandoyartunlinum dragnar Sundalagið í økjakappingini.

Legg til merkis, at Sundalagið liggur munandi betri fyri enn Suðuroyggin, bæði í kilometratali og kostnaði. Hóast hetta megnar Sundalagið ikki kappingina ímóti Skálafjørðinum og Sandoynni, hetta hóast Norðskála/Oyrarbakki eru lítið longur burtur frá Havnini enn Sandur er. Nakrir fáir kilometrar/minuttir tykjast gera allan munin.

Spurningurin má tí vera: hvussu skal Suðuroyggin klára hesa kapping, tá ið Sundalagið ikki megnar hana? Er Suðuroyggin so nógv meiri attraktiv enn Sundalagið? Eins og Sundalagið er Suðuroyggin sera náttúruvøkur, men júst hetta kann gerast vandin: at fólk heldur vilja brúka økið sum frítíðarøki heldur enn eitt stað at búgva fast.

Og júst tað kann sannlíkt henda Suðuroynni eisini. Fyri at røkja sítt starv í meginøkinum, verður flutt norðureftir, og tá verður lagaligt at vitja sínar ognir í Suðuroynni í vikuskiftum og ferium.

Niðurstøðan (herrópið?) um at “tunnil skapar vøkstur” er ikki einvíst sonn. Veruleikin er nógv meiri kompleksur enn so. Onkrir undirsjóvartunlar hava skapt vøkstur, aðrir ikki, eins og summir vegir hava skapt vøkstur, meðan aðrir hava elvt til beinleiðis avfólkan.

Tvøroyri fær við Djúpadalsfarleiðini eina effektiva frástøðu frá Havnini á umleið ein tíma (frároknað trailara-proppar). Norðskála hevur eina effektiva frástøðu frá Havnini á góðan hálvan tíma - umframt lagaliga atgongd til Skálafjørðin og Vágarnar. Um Sundalagið ikki megnar kappingina - enntá uttan gjaldstunlar, hvussu skal Suðuroyggin so megna kappingina?

 

Nú valið stendur millum tvey tunnilsuppskot, má valið tí falla á ta effektivt stytru farleiðina, tí hvør kilometur og minuttur ger mun fyri hvørja effektiva nyttu Suðuroyggin fær av tunlinum.

 

Sámal Matras Kristiansen,
Samfelagsfrøðingur við sergrein í býarskipan

 

 

●      Les eisini: Suðuroyartunnilin fer neyvan at hava vónaða virknaðin https://dimma.fo/grein/suduroyartunnilin-fer-neyvan-at-hava-vonada-virknadin

●      Les eisini: Suðuroyartunnilin vendir Suðuroynna á høvdið https://dimma.fo/index.php/grein/suduroyartunnilin-vendir-suduroynna-a-hovdid

●      Les eisini: Hvalba høvuðsstaður í Suðuroynni https://in.fo/news-detail/hvalba-hoevudsstadur-i-suduroy

 

 

 

 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Neystið: Ræst kjøt at fáa til keyps í da…
Sandoy og Suðuroy gerast kappingarneytar
Vit skriva jólakort
Trívist væl saman við føroyingum
KÍ toppar tabellina
D-A-D á pall á Viðareiði í summar
Veðrið um vikuskiftið
Epli og gularøtur av Sandi
Seyðahunda kapping í Saksunardali leygar…
Ársins Rósa 2025
Í Føroyum skulu vit taka egnar avgerðir!
Danski verjumála­ráð­har­rin á vitjan
Norðoya Listafelag 40 ár
Soleiðis stemmaðu tey
Nýggj bíbliulesiætlan frá Føroyska Bíbli…
Ítrótt úti í kavanum
Tað ruggar ikki heilt rætt í ferjuleguni…
Latif hevur fingið nýtt felag
Sev - eykaaðalfundur á heysti
Hvønn kunnu vit samstarva við, um vit si…