Stjørnan danskan styrk til komandi kappingarár
Stjørnan boðar frá, at avtala er gjørd við donsku Sarah Madsen. Sára fyllur 20 ár í hesum mánaðinum, og kemur frá danska felagnum EH Aalborg. Sarah kann røkja bakplássini og er serliga sterk í verjustøðu. Hon er ein fysisk sterkur leikari við góðum eginleika at lesa spælið.
Terji Mørk, venjari hjá Stjørnuni, fegnast um at fáa Sarah sum ein part av hópinum til komandi kappingarár. Sarah vandi við Stjørnuni í vetrarferiuni, og vantar Terjii, at hon kann gera stóran mun á liðnum, hon er tekniskt væl fyri, og kemur at passa væl inn í hópin og í okkara konsept.
Umframt at verða ein partur av SMS liðnum, verður Sarah eisini ein partur av venjingartoyninum hjá teimum yngru.
Regin Sivertsen formaður í Stjørnuni sigur í stuttari viðmerking, at tað kann væntast onkur tilgongd afturat til kommandi kappingarár - hópurin skal brynja seg til at kappastu um ovastu plássini.