Lýsing
Lýsing
Lýsing

Undir slíkum treytum ber ikki til at reka landbúnaðarvinnu

SKRIVAÐ: Bóndafelagið  |  03.03.2026 - 10:25 Politikkur Tíðindaskriv

So greiður er Sigert Patursson, formaður í bóndafelagnum, nú landsstýrismaðurin herfyri gjørdi greitt, at Búnaðasrstovan framyvir kann taka ræði av einum festara, um hann av einhvørjari orsøk er ósamdur við inntrivini hjá einum almennum myndugleika. Heimildin hevur verið í hagalógini síðan 1937, men hon er ongantíð brúkt á henda hátt. Tì er talan um eina heilt nýggja tulking, sigur Sigert Patursson.

 

Ítøkiliga málið snýr seg um atgongdina at sleppa at royna eitt mál um endurgjald fyri eina ivasama ognartøku í rættinum, eins og um grundarlagið fyri ognartøkuni er lógligt. Men i staðin fyri at lata rættin sleppa at tala, hava myndugleikarnir gjørt alt tað teir kunnu, fyri at festarin ikki skal sleppa at royna málið í rættinum.

Slíkt er ein álvarsom hóttan móti rættartrygdini hjá festarum. Svarið hjá landsstýrismanninum og embætisverki hansara vísir greitt, at allir festarar framyvir standa verjuleysir móti inntrivum frá myndugleikum, tí teir kunnu til eina og hvørja tíð verða tiknir av ræði.

Sigert Patursson vísir á, at framyvir fara festarar uttan iva at verða nógv meira afturhaldandi við at gera íløgur, tí verjan móti almennum inntrivum í festini er tikin burtur við einum pennastroki. Vit skulu minnast til, at festarin heftir persónliga fyri alla skuld og skyldur hjá festinum. Og nú politiski myndugleikin heldur fast við, at búnaðarmyndugleikin framyvir kann taka festaran av ræði tá ósemja er um almenn inntriv í festi, kann virðið av vinnutólinum minka munandi, uttan at festarin kann gera nakað við tað, eins og hann er avskorin frá at royna málið í rættarskipanini. Undir slíkum treytum er tað snøgt sagt ómøguligt at reka landbúnaðarvinnu, sigur formaðurin í bóndafelagnum.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Evnisdagur fyri sjófólk
Næmingar kappast í íverksetan í SkúlaFM-…
18.698 fáa pengar aftur í skatti
Spurnarkapping á Norð­lýsi­num í dag
Undir slíkum treytum ber ikki til at rek…
Fólka­flokku­rin hevur loysnirnar
Fjølbroytt kunningartiltak um útbúgvinga…
Breitt samstarv um integratión
Bakkafrost væntar at taka metið, ið varð…
Vinnarin av Lesaravirðisløn­ini 2026 funn…
Flyta fundir í samband við val
Martha Øre vitjaði borgar­stjóran
Tveir svanar á Borðoyarvík
Kaðalarbeiði á Vágsgeil
Hjólini mæla framvegis við góðari ferð
Ben Arabo stillar upp
Byrgingin um Haraldssund í morgun
Fólk, ið bera brek, hava eisini rætt at…
Løgmaður vitjar Norðlýsið í morgin
Kvinnudagur og kvinnukór­konsert: Suð, Si…