Lýsing
Lýsing
Lýsing

18.698 fáa pengar aftur í skatti

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  03.03.2026 - 11:10 Tíðindaskriv

Skattauppgerðin 2025 hjá a-skattgjaldarum er gjørd og liggur nú á Borgaraglugganum og kemur í morgin í Mínboks hjá teimum, sum brúka hesar tænastur. Hjá øðrum kemur hon í postkassan í næstu viku.

 

Uppgerðin vísir, at 18.698 borgarar fara at fáa pengar aftur í skatti, í alt 61,5 milliónir krónur. Pengarnir koma á kontu mánadagin, 23. mars.

1.753 borgarar guldu ov lítið í skatti og fáa í næstum rokning á til samans góðar 7 milliónir krónur. 23.154 guldu rættan skatt og hvørki fáa ella skylda nakað.

Fær man skattauppgerð, skal man kanna, um hon er røtt
Er hon tað, skal ikki gerast meira. Er feilur í, ella manglar okkurt, skal man lata inn sjálvuppgávu við røttum upplýsingum. Innlatingarfreistin er 4. mai 2026.

B-skattgjaldarar fáa ikki skattauppgerð uttan bræv um at lata inn sjálvuppgávu
So skjótt innlatið er, verður skattauppgerðin hjá b-skattgjaldarunum gjørd. Talan er um 6.462 borgarar.

Fá yvirlit yvir freistir og mannagongdir í sambandi við skattauppgerð og sjálvuppgávu á www.taks.fo/freistir-og-mannagongdir.

TAKS

Lýsing
Seinastu tíðindini
Evnisdagur fyri sjófólk
Næmingar kappast í íverksetan í SkúlaFM-…
18.698 fáa pengar aftur í skatti
Spurnarkapping á Norð­lýsi­num í dag
Undir slíkum treytum ber ikki til at rek…
Fólka­flokku­rin hevur loysnirnar
Fjølbroytt kunningartiltak um útbúgvinga…
Breitt samstarv um integratión
Bakkafrost væntar at taka metið, ið varð…
Vinnarin av Lesaravirðisløn­ini 2026 funn…
Flyta fundir í samband við val
Martha Øre vitjaði borgar­stjóran
Tveir svanar á Borðoyarvík
Kaðalarbeiði á Vágsgeil
Hjólini mæla framvegis við góðari ferð
Ben Arabo stillar upp
Byrgingin um Haraldssund í morgun
Fólk, ið bera brek, hava eisini rætt at…
Løgmaður vitjar Norðlýsið í morgin
Kvinnudagur og kvinnukór­konsert: Suð, Si…