Lýsing
Lýsing
Lýsing
Regin Jacobsen á stjóraskrivstovuni á Glyvrum | Mynd: Jóhann Lützen

Bakkafrost væntar at taka metið, ið varð sett í fjør

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  03.03.2026 - 06:00 Tíðindi Vinna

2025 var metár hjá Bakkafrosti, og tað væntast 2026 eisini at verða. Av samlaða útflutninginum í fjør stóð Bakkafrost fyri 82.000 tonsum, og ætlanin er at koma upp á 115.000 tons í 2030. Norðlýsið hevur tosað við Bakkafrost um tøl í alivinnuni, og tað er ikki eiti á vøkstri, sum útlit eru fyri

 

Norðlýsið vitjaði hjá Bakkafrost á Glyrum í seinastu viku. Ørindi okkara vóru at frætta um gongdina hjá alirisanum. Regin Jacbsen var sum vant sera væl upplagdur og greiddi frá við eldhuga um allan aktivitetin hjá Bakkafrost. Burturúr komu fleiri greinar, sum vit leggja út á heimasíðuna hesa vikuna. 

Í 2025 seldu Føroyar samanlagt 115.000 tons av laksi av landinum. Tað hægsta nakrantíð áðrenn tað vóru 92.000 tons í 2021, so tað var ein øgiliga stór øking í fjør. Men prísurin í fjør var rættiliga vánaligur, so vit fingu ikki so nógv burturúr, sum vit høvdu ynskt, sigur Regin.

Kapaciteturin á landi í Føroyum er 10.000 tons. Í 2025 var talan um 18,7 milliónir smolt à 450 gram, ið gevur umleið 9.000 tons. Innan fyri næstu 5 árini verður framleiðslan á landi helst 14.000 tons, og tað økir framleiðsluna á landi við umleið 50 prosentum. Fiskurin gekk í gomlum døgum í 2 ár; tað tíðarskeiðið er nú 11 mánaðir. Hetta skyldast, at fiskurin er so stórur, tá ið kann kemur á sjógv, og harvið er risiko’in fyri sjúku minni, upplýsir stjórin.

Tað er tó ikki soleiðis, at eitt stórt útboð í Føroyum merkir lægri prísir; tað, sum avger tað, er útboðið á heimsmarknaðinum. Føroyar telja bara 3% av tí marknaðinum, so um Føroyar selja 10.000 tons minni, er tað ikki avgerandi fyri prísin. Men í fjør var tað soleiðis, at bæði Noreg og Chile øktu markant um útboðið, og tí bleiv prísurin nógv minni, enn vit høvdu væntað. Og tú kanst siga, at tað, sum prísurin bleiv minni í 2025 – tað er umleið 10 krónur pr. kilo – og tú so sigur, at talan er um 15.000 tons, so eru tað 1.150 milliónir, sum vit ikki fingu inn, men høvdu væntað at fingið, greiður Regin Jacobsen frá. 

Prísirnir kunnu sjálvandi fara upp og niður, og í løtuni eru teir farnir skeiva vegin, og tí er tað øgiliga týdningarmikið, at man hevur eitt sindur at standa ímóti við. Vinnan er generelt sterk, og tá tað kemur til Skálavík og Norðoyggjar, so er ein annar vinkul í hesum veitararnir. Vit hava einar 1.100 veitarar í Føroyum, sum levera tænastur og vørur til Bakkafrost, og umleið 60% av øllum tí, sum vit keypa, er beinleiðis frá føroyskum veitarum, so tá vit leggja smoltstøðir ella annað virksemi kring landið, so er tað øgiliga gott fyri avleiddu vinnurnar har, sigur Regin.

 

Fleiri starvsfólk setast

Bakkafrost niðurlegði nøkur størv á Glyvrum í 2024, men vit hava sett fólk í starv aftur í 2025 og fara eisini at økja starvsfólkatalið í m.a. Skálavík og Norðoyggjum, og so koma helst nøkur fleiri á Glyvrum aftur í ár, tí vit fara yvir til at hava 2 vaktir har. Ein einstøk vakt telur umleið 70 fólk. Í starvsfólkahópinum eru umleið 15% útlendingar, og tá vit søkja eftir fólki, so er tað bæði eftir føroyingum og útlendingum. Vit seta tey, sum eru best egnað. Á Bakkafrosti á Glyvrum starvast í løtuni um 500 fólk, upplýsir stjórin.

Á Havsbrún í Fuglafirði er eisini útbygt, soleiðis at frá at kunna framleiða 170.000 fer at bera til at kunna framleiða yvir 300.000 tons framyvir, sigur hann.

Væntandi er, at í 2026 verður metið, ið varð sett í 2025, tikið. Vit eru í eini gongd nú, har framleiðslan skal økjast upp í 115.000 tons. Í fjør var umleið 82.000 tons, sigur Regin Jacobsen, stjóri á Bakkafrosti, at enda við Norðýsið.

 

Fakta

Á Bakkafrosti starvaðust í 2025 heili 1.227 starvsfólk; fulltíðarstørvini telja 1.090 størv. Í 2026 fer talið at økjast, m.a. við at ein vakt afturat verður sett á Glyvrum, ið helst svarar til eini 70 starvsfólk. Síðani verður opnað í Skálavík, har arbeiði verður til eini 30 fólk, og so kemur eisini generelt meira laksur, ið gevur uppaftur fleiri størv, eins og nýggja fóðurvirkið eisini fer at skapa arbeiðspláss. 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Bakkafrost væntar at taka metið, ið varð…
Vinnarin av Lesaravirðisløn­ini 2026 funn…
Flyta fundir í samband við val
Martha Øre vitjaði borgar­stjóran
Tveir svanar á Borðoyarvík
Kaðalarbeiði á Vágsgeil
Hjólini mæla framvegis við góðari ferð
Ben Arabo stillar upp
Byrgingin um Haraldssund í morgun
Fólk, ið bera brek, hava eisini rætt at…
Løgmaður vitjar Norðlýsið í morgin
Kvinnudagur og kvinnukór­konsert: Suð, Si…
Kim Durhuus stillar ikki upp
Norðlýsið tippar: Hetta fer valstríðið a…
Bakkafrost skapar nógv størv í útjaðaran…
Badmintonsambandið góð úrslit í Odense
Metgott úrslit hjá Trygd
Sandavágur eitt stig frá FM-sigrinum
Innsavning til kvinnur úr Nigeria
SÍ og Mjølnir kapprenna enn um fyrstaplá…